Flúgvimaskinan 100 ár

Tey vóru mong, sum ristu við høvdinum, tá brøðurnir Wright í 1903 royndu at fáa eina heldur skirvisliga maskinu við veingjum upp í luftina, so hon kundi flúgva sum fuglarnir. Onkur hevði frammanundan roynt at fáa bensindrivnar maskinur á flog, men allar royndir vóru miseydnaðar, og tí var lítið hugsandi, at hendan fór at eydnast betur.

Tey ivandi hildu seg fáa rætt, tá maskinan hjá Wright brøðrunum bara helt sær á flogi í 12 sekund. Men hesi fáu sekundini vóru nóg mikið til at vekja dreymin hjá mongum um, at maskinur fóru at kunna flyta fólk langar leiðir loftvegis. Árini eftir skuldi flúgvimaskinan eisini kollvelta flutningsmynstrið í heiminum og knýta fólk og lond tættari saman enn nakrantíð áður.

 
Fyrsti túrur í Wright Flyer I 17. Desember 1903, Orwille flýgur, og Wilbur rennur við síðuna av