Atlantic Airways stovnað

Árini frá 1977 til 1987 hevði Mærsk Air stóran fíggjarligan vinning av flúgvingini til Føroya. Ferðafólkatalið vaks í hvørjum, og felagið fekk onga kapping frá øðrum flogfelag. Men kapping skuldi danska felagið umsíðir fáa, og tá hon varð tikin upp, stóðu føroyingar sjálvir fyri at fremja ætlanirnar í verki. 

Dagurin var 4. november í 1987. Av tingsins røðarapalli upplýsti Lasse Klein, landsstýrismaður við samferðslumálum, at landsstýrið hevði í hyggju at stovna eitt nýtt felag, sum skuldi hava til endamáls at taka lut í flogferðslu. Sambært uppskotinum, hann hendan dagin legði fram, skuldi landsstýrið seta eina millión krónur í nýggja felagið.

Í viðmerkingunum til uppskotið varð sagt, at tað hevði víst seg at vera sera trupult at fara undir flúgving í Føroyum, tí kapitalkrøvini vóru so stór, og tí føroyingar at kalla ongi útbúgvin fólk áttu í flogferðslu. Men nú nýttist føroyingum ikki at halda seg aftur longur, segði landsstýrismaðurin.

Landsstýrið hevði í samráðingum við eitt danskt flogfelag funnið fram til eina nýtiliga loysn á øllum ivaspurningum, upplýsti hann. Avtala varð gjørd um at stovna eitt partafelag at standa fyri millumlanda flogferðslu. Landsstýrið skuldi eiga 51 prosent í nýggja felagnum, og danska felagið, sum var Cimber Air, skuldi eiga 49 prosent.

Tingmenn vóru ovfarnir av hesum óvæntaðu tíðindum. Viðgerðin av málinum í fíggjarnevndini vísti eisini, at fleiri vóru ivasamir um ætlanina. Ein minniluti helt, at ov skjótt var farið fram í samstarvinum við Cimber Air, og at ov lítið var gjørt fyri at fáa í lag eina avtalu við Mærsk Air ella Danair. Minnilutin skeyt tí upp at kanna tann møguleikan fyrst.

Uppskotið hjá minnilutanum vann ikki frama. Ein greiður meiriluti í tinginum samtykti uppskotið hjá landsstýrinum, og 10. november í 1987 varð Atlantic Airways formliga sett á stovn. Mong vóru ivasom og spurt varð, um eitt lítið føroyskt flogfelag yvirhøvur var ført fyri at gera seg galdandi í kappingini við eitt so stórt felag sum Mærsk Air.