Søgan

Frá Charles Lindbergh til Atlantic Airways 
 
Fólk hava flogið við flogførum í meiri enn100 ár, og føroyingar hava havt samband við flogfør í yvir 80 ár. Fyrsta flogfarið sást yvir Føroyum í 1924, og ta mest forkunnugu vitjanina úr luftini fingu føroyingar í 1933, tá Charles Lindbergh vitjaði á Tvøroyri.

Flogvøllurin í Vágum varð gjørdur undir seinna heimsbardaga.

Regluligt samband við útheimin fekst í lag fyrst í sektiárunum.

Langt inn í áttatiárini var Mærsk Air einaráðandi á leiðini til Føroya, men í 28. marts 1988 tók Atlantic Airways kappingina upp við danska felagið. 

Atlantic Airways hevði avlop á rakstrinum øll árini frá 1995 til 2009. Í 2009 kunngjørdi Atlantic Airways sítt fyrsta hall í 14 ár.
 
Í 2010 var felagið aftur á kós og hevði Atlantic Airways aftur yvirskot av virksemi felagsins.

Lesið annars flogsøguna her:


1. Flúgvimaskinan 100 ár
2. Sumba fær fyrstu vitjanina
3. Atlantic Airways stovnað
4. Oljuflúgving og økt tyrluferðsla
5. Styrkin fleirfaldað