Treytir o.a.

Ferðandi
Ferðaseðlar til tyrluna skulu bíleggjast HER.

Gevið gætur: Tað er bert gjørligt at bíleggja einvegis ferðaseðil!

Ferðaseðilin verður bílagdur og goldin á netinum. Umráðandi er, at tú møtir rættstundis, minst 30 min. undan fráferð, so leiðarin á pallinum hevur góðar stundir til fyrireikingararbeiðið, áðrenn tyrlan fer.

 

Bílegging:

Ferðaseðlar skulu bíleggjast á netinum í seinasta lagi 30 minuttir undan fyrstu fráferð á degnum.

Bíleggingin kann gerast í fyrsta lagi sjey dagar áðrenn fráferð. (Galdandi frá 1. juli 2018)
Tó á Froðba-leiðini tveir dagar áðrenn fráferð.

 

Tú kanst broyta bíleggingina upp til 24 tímar áðrenn fráferð. Tó ber einans til at broyta navn og dagfesting.

Tú kanst strika bíleggingina upp til 24 tímar áðrenn fráferð og harvið fáa gjaldið flutt aftur á konto.

Broytingar kanst tú gera við at innskriva teg á skipanina við tínum brúkaranavni og loyniorði. Ert tú ikki skrásettur brúkari, kanst tú nýta bíleggingarnummarið og eftirnavn.

 

Børn 7 - 12 ár gjalda 50% av ferðaseðlakostnaðinum.
Børn 2 - 6 ár ferðast ókeypis og fáa sítt egna setur.
Børn 0 - 23 mánaðir ferðast ókeypis, men fáa IKKI nakað setur.
Pensiónistar (67 ár og eldri) gjalda 50% av ferðaseðlakostnaðinum.

 

Legg til merkis:

  • Umráðandi er, at tú møtir 30 minuttir undan fráferð.
  • Tað er ikki møguligt at bíleggja rundtúr við tyrluni, tvs. til og frá sama palli, á sama degi.
  • Tú kanst hava í mesta lagi 20 kg av viðføri við umborð.
  • Tað er ikki loyvt at hava barnavogn við í tyrluna.
  • Frakt skal bíleggjast á netinum. Sí niðanfyri. 
  • Húsdjór verða bert tikin við, um tey eru í kurv ella eskju. Sí niðanfyri.

 

GG! Fyrivarni verður tikið fyri avlýsingum orsakað av m.ø. veðri og bjargingararbeiði. Í hesum føri verður einans ferðaseðilin endurgoldin, og annars verður onki endurgjald veitt í sambandi við møguligar aðrar útreiðslur hjá tí ferðandi.

Ferðandi hevur sjálv/ur ábyrgd av at koma til fráfaringarstaðið til ásettu tíð. Møtir tú ikki upp til tíðina, verður onki endurgjald goldið fyri mista ferð.


Viðføri og frakt
Hvør ferðandi hevur loyvi at hava 20 kg av viðføri við sær.
Frakt skal bíleggjast á netinum.

Sera umráðandi er, at tú upplýsir, hvat slag av viðføri ella frakt, tú sendir. Tú skalt upplýsa tal, vekt, stødd, og um fraktin er trupul at handfara. Heitt verður á øll um at pakka viðføri/frakt soleiðis, at hetta ikki dálkar, tí annars kann manningin nokta at taka hana við.

Húsdjór o.a.
Smærri húsdjór verða bert tikin við, um tey eru í kurv ella eskju.
Max. stødd á hundakassa er 51x48x68 cm.