Leiga tyrlu

Uppgávurnar hjá tyrludeildini eru sera fjøllbroyttar. Tríggjar dagar um vikuna, sunnudag, mikudag og fríggjadag, er rutuflúgving til útoyggjarnar. Í summarmánaðunum, juni, juli og august, verður eisini flogið mánadag.

Hinar dagarnar verður onnur flúgving avgreidd so sum leigutúrar og slingflúgving. Slingflúgving er flutningur av farmi av einhvørjum slag, ið verður krøktur undir tyrluna og fluttur á rætta stað.

 

Møguleikarnir eru næstan óavmarkaðir. Livandi djór sum hestar, kálvar og smolt, eisini hoyggj, betong, timbur, skúrar, rennigravarar, oljutunnur, ja, eisini bilar og traktorar kunnu flytast við tyrlu.

 

Kostnaður fyri hvønn minutt:

Slingflúgving: kr.467,- + MVG
Leigutúrar: kr.467,- MVG-frítt 
Off-Shore flúgving:
Prísir uppá fyrispurning

 

Goldið verður altíð fyri tyrluna frá tí, hon fer úr Vágum, til hon er aftur í Vágum. Eru spurningar viðvíkjandi leigu av tyrluni, vinarliga set teg í samband við okkum.

 

Atlantic Helicopters 
FO-380 Sørvágur
Tlf.:   (+298) 34 10 00
E-mail: [email protected]