Bjarging

Atlantic Helicopters hevur eina tyrlu við manning standandi á varðhaldi alt samdøgrið 365 dagar um árið til leiting, bjarging og sjúkraflutning.

 

Tyrlan er serliga útgjørd til hetta endamálið.
Leiting og bjarging eru landsuppgáva, men Fiskimálaráðið, ið umsitur málsøkið, hevur gjørt avtalu við Atlantic Helicopters at taka sær av hesi uppgávu.

 

Atlantic Helicopers hevur eisini havt sáttmálar við tey oljufeløg, ið hava borað á føroyskum øki, um at taka sær av sjúkraflutningum og annars at vera til reiðar at veita hjálp, skuldi hon verið fyri neyðini.
 
Manningin hevur hvørja viku venjingar í bjarging á landi og sjógvi og hevur uppbygt eitt væl virkandi og dugnaligt bjargingarlið við áralongum royndum í hesi serligu tænastu.
 
Eru spurningar hesum viðvíkjandi, setið tykkum so í samband við okkum.
 

Atlantic Helicopters

FO-380 Sørvágur
Tlf.  (+298) 34 10 00
E-mail: station@atlantic.fo