Les meira um okkara spennandi ferðamál, og hvat tú kanst gera har.
Høvuðsfarleiðin hjá Atlantic Airways, hagar vit flúgva hvønn dag alt árið.
Oui, oui, kom við til Paris - hvønn mána- og hósdag frá maj til oktober.
Endiliga beinleiðis til New York! Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York.
Í heyst flúgva vit beinleiðis til sponsku SÓL-oynna Tenerife.
London, innit! Tvær ferð um vikuna. Hvønn týs- og leygardag um summarið.
Tørvar tær eitt sindur av D-vitaminum í vetur? So sprikk avstað beinleiðis til Gran Canaria og fá #SÓLUMVETURIN.
Flogið verður til Aalborg tvær ferðir um vikuna um summarið.
Tú kanst flúgva til Billund tvær ferðir um vikuna um veturin og seks ferðir um vikuna um summarið.
Tað tekur bert ein góðan tíma at flúgva beinleiðis til Íslands við Atlantic Airways. Vit flúgva tvær ferðir um vikuna alt árið.
Skotski høvuðsstaðurin er upplagdur til ein býarskáa. Kanska hetta er títt næsta ferðamál?
Beinleiðis til sól, summar og kritahvítar sandstrendur. Freistandi, ha? :)
Vitja norska høvuðsstaðin Oslo, tað tekur bert 1 tíma og 20 minuttir á flogi úr Vágum.
Vælumtókta SÓL-ferðamálið, Barcelona, hevur alt, ið tú kanst ynskja tær. Sól, strendur, tapas og sjálvandi sangría.