Voss: Ein ørgrynna av virksemi!

AA Voss

Tað tekur bert eitt sindur meira enn ein tíma at koma frá flogvøllinum í Bergen til Voss, har tú finnur Voss Resort.

Við Voss Resort er ein ørgrynna av virksemi alt árið.

Voss er kent fyri sokallaðan “ekstrem”-ítrótt, men óttast ikki, tí tær nýtist ikki at íðka ekstrem-ítrótt fyri at vitja Voss. Møguleiki er fyri at lagað alt virksemið til tað, tú heldur er hóskandi.

 

Við Voss Resort eru alskyns frítíðartilboð. Tú kanst millum annað royna:

 

- Vindtunnil

- Klintrilundina

- Gummibátaítrótt (rafting)

- Landavegssúkkling,

- Fjallasúkklu-súkkling

- Golf

- Tandem-fallskýggja

- Tandem-paragliding

- Gongutúrar

og nógv, nógv annað. Tú kanst vitja visitvoss.no, har tú kanst lesa meira um alt tað ymiska, ið er at gera í Voss.

 

Ljóðar tað freistandi? Vit hava sett saman nøkur sera góð tilboð til Voss Resort íroknað flogferð úr Vágum til Bergen t/r, ferða- og avgreiðslugjøld, gisting, seingjarklæðir og reingerð við fráferð.

 

Tíðarskeið:

Hósdag til mánadag19 APRÍL – 09. JULI 2018 OG 23. AUGUST – 03. SEPTEMBER 2018

Prísdømi fyri fýra dagar:

- Tá ið fýra vaksin búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 11.920
- Tá ið tvey vaksin og tvey børn (yngri enn 12 ár) búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 10.490

 

Sama tíðarskeið í eina viku (hósdag til hósdag ella mánadag til mánadag)

Prísdømi:

- Tá ið fýra vaksin búgva saman í A-smátttu. Tilsamans úr DKK 14.120
- Tá ið tvey vaksin og tvey børn (yngri enn 12 ár) búgva saman. Tilsamans úr DKK 12.690

 

12. JULI – 20. AUGUST 2018.

Hósdag til mánadag:

Prísdømi:

- Tá ið fýra vaksin búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 12.940
- Tá ið tvey vaksin og tvey børn (yngri enn 12 ár) búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 11.510

 

Sama tíðarskeið í eina viku (hósdag- hósdag ella mánadag – mánadag)

- Tá ið fýra vaksin búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 15.900
- Tá ið tvey vaksin og tvey børn (yngri enn 12 ár búgva saman í A-smáttu. Tilsamans úr DKK 14.450

 

GG! Eisini er møguleiki fyri øðrum samansetingum, størri smáttum osfr. Tú ert vækomin at seta teg í samband við okkum, um tú vilt hoyra meira um teir møguleikarnar, prísir osfr.

 

Treytir:

Allir pakkar og prísir eru treytað av, at pláss eru tøk. Prísirnir kunnu verða hægri, tá ið bíligastu ferðaseðlarnir eru útseldir.

 

Broytingar- og avlýsingartreytir:

- Ferðin kann broytast fram til 14 dagar áðrenn fráferð fyri eitt broytingargjald á DKK 400 fyri hvønn ferðandi.  Nýggja fráferðin skal vera minst 14 dagar eftir dagin, ferðin verður broytt. Navnabroytingar eru ikki loyvdar.

- Ferðin skal gjaldast og ferðaskjøl skrivast út í seinasta lagi sjey dagar eftir bílegging.

 

Avlýsing:

Við avlýsing fram til 14 dagar áðrenn fráferð, verður 50% av gjaldinum endurrindað.

Verður ferðin avlýst eftir hetta, verða bert ferðaavgjøld endurrindað.

Møtir tú ikki til ferðina (no show), verður onki endurgjald latið.

 

Vilt tú bíleggja? Ring til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva á [email protected]