SÓL 2018

SÓL2018 (3)

 

NÝGGJ FARLEIÐ - VIT FLÚGVA BEINLEIÐIS TIL MALTA!

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar.
 
316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.
 
Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól. So kom við ein túr - har er heilt víst okkurt til tín!


Vit flúgva beinleiðis til/frá Malta annanhvønn týsdag. Flogið verður týsdag 19. juni, 3. juli, 17. juli, 31. juli og 14. august 2018. 

 

AFTUR TIL LISSABON!

Kom við til býin, har sólin sær 290 dagar um árið. Næsta ár fer Atlantic Airways aftur at flúgva beinleiðis til portugisiska høvuðsstaðin, Lissabon.
 

Í Lissabon surrar av stórbýi, strond og søguligum støðum, og har eru upplivingar til einhvønn tørv. Vitja munkakleystrið hjá Jeronimo eins og ævintýrarin Vasco da Gama, sóla tær á einari av nógvu strondunum ella far ein túr á  Estádio da Luz, heimavøllin hjá portugisiska fótbóltsliðnum Benfica. Ríka matmentanin í Portugal hevur nógv at bjóða; millum annað heimskenda, lættsaltaða toskin “bacalhau”.


Vit flúgva til/frá Lissabon annanhvønn týsdag frá 26. juni 2018. Flogið verður verður 26. juni, 10. juli, 24. juli, 7. august og 21. august 2018.

 

HALDA FRAM VIÐ BARCELONA OG MALLORCA!

Eins undanfarin ár flúgva vit í 2018 aftur bæði til Barcelona og Mallorca.

Vitja Ramblaina mitt í Barcelona ella ligg á teimum hvítu sandstrondunum í Mallorca.


Barcelona: Hvønn týsdag frá 15. maj til oktober 2018.

Mallorca: Hvønn mikudag frá 27. juni til 15. august 2018.



Minst til, at tað er eisini møguligt at bíleggja gisting og bil beinleiðis á heimasíðu okkara. Ert tú tíðliga á veg, ert tú eisini væl á veg til teir lægstu prísirnar.

 

Leiga bil Bóka hotel