SÓL 2017!

Sól 2017

 

NÝGGJ RUTA - VIT FARA AT FLÚGVA BEINLEIÐIS TIL LISSABON!

Kom við til býin, har sólin kann skína 290 dagar um árið. Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways komandi summar at flúgva beinleiðis til portugisiska høvuðsstaðin, Lissabon.

 

Í Lissabon surrar av stórbýi, strond og søguligum støðum, og har eru upplivingar til einhvønn tørv.

 

Vitja munkakleystrið hjá Jeronimo eins og ævintýrarin Vasco da Gama, sóla tær á einari av nógvu strondunum ella far ein túr á  Estádio da Luz, heimavøllin hjá portugisiska fótbóltsliðnum Benfica. Ríka matmentanin í Portugal hevur nógv at bjóða; millum annað heimskenda, lættsaltaða toskin “bacalhau”.

3. juli, 17. juli, 31. juli, 14. august, 24 august, 4. september 2017 verður flogið beinleiðis til Lissabon. 

KANN KEYPAST FRÁ MÁNAMORGNI 05. SEPTEMBER 2016


AFTUR TIL KRETA!

Í stóru atkvøðugreiðsluni á facebook fyrr í ár gjørdist Kreta stóri vinnarin millum okkara viðskiftafólk. Og sera góð undirtøka hevur verið fyri beinleiðis ferðunum. Tí flúgva vit aftur til Kreta komandi summar.

 Vitja griksku frítíðaroynna við sól, stórslignari náttúru, vøkrum strondum, fantastiskum mati og grikskari mentan.

Aðruhvørja viku frá 26. juni til 7. august 2017 verður flogið beinleiðis til Kreta.

KANN KEYPAST FRÁ MÁNAMORGNI 22. AUGUST 2016


HALDA FRAM VIÐ BARCELONA OG MALLORCA!

Eins undanfarin ár flúgva vit í 2017 aftur bæði til Barcelona og Mallorca.

 Vitja Ramblaina mitt í Barcelona ella ligg á teimum hvítu sandstrondunum í Mallorca.

 Barcelona: Hvønn týsdag frá 9. maj til 17. oktober 2017.

Mallorca: Hvønn mikudag frá 31. maj til 16. august 2017

KANN KEYPAST FRÁ MÁNAMORGNI 22. AUGUST 2016


Minst til at tað er eisini møguligt at bíleggja gisting og bil beinleiðis á heimasíðu okkara. Ert tú tíðliga á veg, ert tú eisini væl á veg til teir lægstu prísirnar.

 

Leiga bil Bóka hotel