Pakkaferð til Malta í 2018

Malta í summar 2018

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta í summar.
 
316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018.
 
Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søgu, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól. 

So kom við ein túr - har er heilt víst okkurt til tín!

Prísurin er pr. pers, tá ið 6 vaksin búgva saman.

Íroknað prísin er flog + ferða-/avgreiðslugjøld, uppihald í 6. pers. húsi á Mellieha Holiday Center.

  • Túrur 1: 19.jun – 03.jul     
  • Túrur 2: 17.jul – 31.jul
  • Túrur 3: 31.jul – 14.aug
 
Prísur úr kr. 8.475,- pr. pers.
 
Gjørligt er at bíleggja eyka tænastur: t.d. flutning til/frá flogvølli, air condition v.m.


Skunda tær at bíleggja við at ringja til Kundatænastuna á 34 10 00 ella send teldupost til [email protected].