Treytir

Keyp

- Gávubrøv kunnu keypast á heimasíðu okkara á www.atlantic.fo. Tey verða send við telduposti til keyparan sum ein krøkja í PDF format. Krøkjan kann prentast út ella sendast víðari við telduposti til móttakaran.


- Minst loyvda upphædd fyri keypi er DKK 200.


- Gávubrøv eru galdandi í fimm ár frá keypsdegnum og kunnu ikki býtast um til reiðan pening.


Gjald

- Til ber at gjalda við Dankort/VISA, Eurocard ella Mastercard. Online gjøld verða viðgjørd via Quickpay A/S.


Legg til merkis

- Til ber at angra keypið innan 24 tímar og fáa alt endurgoldið.


- Upphæddin verður flutt á sama gjaldskort, sum gávubrævið varð goldið við.


- Hevur tú av misgávum skrivað skeiva upphædd, mást tú seta teg í samband við okkum, á [email protected] ella við at ringja á tlf 34 10 00, og vit kunnu rætta upphæddina fyri teg.


Salda


- Tú kanst kanna saldu á tínum gávubrævi HER


Nýtsla


- Gávubrøv kunnu einans nýtast til keyp av ferðaseðlum á rutunetinum hjá Atlantic Airways


- Vinarliga send teldupost til [email protected] ella ring á tlf 34 10 00, tá bílagt verður


- Minst til at upplýsa okkum títt gávubrævnummar.