Beinleiðis til Lalandia í Billund

Lalandia í Billund

Sum nakað nýtt bjóða vit pakkaferðir til Lalandia í Billund!  

Flúgv beinleiðis við Atlantic Airways til Billund og búgv tríggjar nætur í smáttunum við vælumtókta baðilandið. 

Lagt er upp til eina veruliga familjuferð, tá ið tú vitjar Lalandia, har tit kunnu svimja og stuttleika tykkum í tropiska umhvørvinum í Aquadome ella kanska fara ein túr í Monkey Tonkey Land, sum er innandura spæliland við alskyns stuttligum og spennandi hjá børnunum at stytta sær um stundir við. 

Pakki 1:

Fráferð hósdagin 05.apríl 2018 - heimferð sunnudagin 08.apríl 2018

Prísur fyri tvey vaksin + tvey børn (ml. tvey og 11 ár) í tríggjar nætur: kr. 11.095,00

GG! Seinasta freist at bíleggja er 26. mars 2018.

Pakki 2:

Fráferð hósdagin 03.mai 2018 - heimferð sunnudagin 06.mai 2018

Prísur fyri tvey vaksin + tvey børn (ml. tvey og 11 ár) í tríggjar nætur: kr. 12.095,00

GG! Seinasta freist at bíleggja er 23. apríl 2018. 

 

Við í pakkunum er: 

  • Flogferð til/frá Billund
  • Ferðaavgjøld fyri tvey vaksin + tvey børn
  • Gisting í Classic 4 húsi
  • Øll avgjøld. 

 

Afturat kemur:

  • El/streymur: 2,75 kr. pr. KwH
  • Fjarhiti: 1,10 kr. pr. KwH
  • Vatngjald: 95,00 kr. pr. m3
  • Seingjarklæðir (Seingarsett + tvey handklæði): 95,00 kr. pr. pers. 


Skunda tær at bíleggja við at ringja til Kundatænastuna á 34 10 00 ella send teldupost til [email protected].

 

Treytir: 

- Ferðin er bindandi og skal rindast við bílegging

- Tað ber ikki til at broyta, hvørki nøvn, ferðatíðir ella stað

- Prísurin er galdandi, tá ið bílagt verður til tvey vaksin og tvey børn á teimum útvaldu ferðadøgunum

- Verður pakkaferðin avlýst, verða bert ferðaavgjøldini endurrindað