Beinleiðis til Bergen á býarskáa

BGO Web

 

Visti tú, at tað bert tekur ein tíma at flúgva úr Vágum til Bergen?

Norski býurin hevur nógv at bjóða til teirra, ið kundu hugsað sær áhugaverdar býarupplivingar. Gakk ein túr á heimskendu Bryggjuni, ið er sera væl umtókt fyri sín hugnaliga dám, nógvu søvnini og spennandi matstovur. Ella far ein túr beint úr miðbýnum upp á fjallið Fløyen við rennistronginum. Á Fløyen fært tú eitt frálíkt útsýnið yvir allan býin. 


Vit hava sett saman nøkur frálík pakkatilboð til býarskáar í Bergen í januar, februar ella mars/apríl 2018. Flúgv beinleiðis við Atlantic Airways til Bergen og gist á Hotel Thon Orion í tríggjar nætur.

 

Býarskáarnir eru hesi vikuskiftini: 

  • Hósdag 29. mars - mánadag 2. apríl. (4 nætur) Seinasta freist at bíleggja er 20. mars 2018. GG! Kostnaðurin fyri hendan býarskáan er 3.390 kr. fyri hvønn í deildum dupultkamari. 

 

Prísurin er 2995- kr. fyri hvønn í deildum dupultkamari.


Við í prísinum er:

- Flogferð t/r

- Gisting á Hotel Thon Orion

- Morgunmatur og lættur kvøldmatur allar dagar

 

Bílegg býarskáan við at ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected]

GG! Avmarkað nøgd, so tað er at skunda tær! 

 

Les meira um hotellið her. 

 

 

Treytir:

-          Rindast skal við bílegging, og bíleggingin er bindandi

-          Ferðin kann ikki broytast; hvørki navn, tíð ella stað

-          Verður avlýst áðrenn fráferð, verða bert ferðaavgjøld endurrindað

-           Prísurin er fyri hvønn, tá ið tveir persónar bíleggja saman og búgva í deildum dupultkamari.