Bólkaferðir

Tað er lætt og ómakaleyst at bíleggja bólkaferðir hjá Atlantic Airways; tí eru bólkaferðir ein upplagdur møguleiki, tá ið 10 ella fleiri persónar ferðast saman.

So eru tit 10 vaksin ella børn upp til 12 ár, sum vilja ferðast saman, kunnu tit senda ein fyrispurning til okkum, ella eina av ferðaskrivstovunum og fáa eitt gott tilboð. 

Bíligastu ferðinar finnast altíð við sjálvavgreiðslu á netinum, tí kann tað koma fyri, at bólkaprísurin til tíðir er hægri enn teir bíligastu ferðaseðlarnir hjá Atlantic Airways. Tó rúmar bólkaprísurin størri fleksibilitet, tá ið talan er um navnalistar og inngjøld.


Tað einasta, tit skulu gera, er at útfylla niðanfyri standandi formular og senda okkum hann. Tit fáa síðan eitt tilboð sendandi um 3-5 arbeiðsdagar.

GG: Øll nøvn skulu vera send okkum við telduposti seinast 6 vikur áðrenn fráferð.
Nøvnini skulu  samsvara við passið.


Les bólkatreytir HER

 

Fyrispurning um bólkaferð

Virkisnavn
Kontaktpersónur
Telefon
Fax
Teldupostur
Tal av ferðandi (min. 10)
Frá
Til
Fráferðardagur
Afturkomudagur
Viðmerkingar