The Inn Place
20-30 Cockburn St, Edinburgh

Hotellið er í einum søguligum bygningi frá 1900-talinum, sum einaferð var skrivstovan hjá blaðnum
“The Scotsman” og liggur væl fyri mitt í gamla býarpartinum, tætt við Edinburgh Castle og Royal Mile. Økið har hotellið liggur er kent fyri nógvu matstovurnar og pub’ararnar og handlarnar sum har finnast í hópatali. Eisini er stutt at ganga til høvuðsgøtuna Princes Street. Eisini er stutt at ganga til hugnaliga og lívliga býarpartin Grass Market, við øllum sínum góðu matstovum og pub’um.

Øll 27 kømurini á hotellinum eru nútíðar- og snøgg gjørd og hava øll sjónvarp, ókeypis WI-FI og møguleika at gera te/kaffi. Á hotellinum er bar/lounge og kaffistova/café har morgunmatur verður serveraður og har ber eisini til at keypa okkurt lætt til matna.

Rooms
Meals