The George Hotel
19-21 George St, Edinburgh

Hotellið er í einum gomlum bygningi frá 1800-talinum, og er alt hotellið nýliga sett í stand.
Hotellið er kosið eitt av fínastu hotellum í Skotlandi. Liggur sera væl fyri á George Street, sum er ein paralel gøta við Princes Street. Stutt er at ganga til øll støð, sum eru verd at vitja í býnum so sum Edinburgh Castle, Royal Mile, matstovur, pub’ar, handlar o.l.

Øll 249 kømur eru sera snøgt sett í stand við snøggum innbúgvi, hava air-condition, sjónvarp og møguleika at gera te/kaffi. Hotellið hevur matstovuna “Tempus Bar & Restaurant” . Móttøkan við stóra siti-økinum er sera innbjóðandi og er sera hugnaligt at sita har og njóta ein kopp av kaffi ella 1 glas av víni aftaná ein stravnan dag.

Rooms 249
Meals