Hotel ibis Edinburgh Centre South Bridge
77 South Bridge, Edinburgh

Hotellið liggur sera væl fyri í Old town í Edinburgh. Stutt er at ganga til øll kend støð í býnum so sum Edinburgh Castle, Royal Mile, Princes Street, Waverly Station osv. Eisini eru fleiri matstovur, pub’ar o.l tætt við. Eisini er stutt at ganga til Grass Market, sum er ein lívligur og hugnaligur býarpartur í Edinburgh við nógvum matstovum og pub’um.
Hotellið er rættiliga nýtt, hevur 259 nýmótans kømur, sum øll hava air-condition, sjónvarp og møguleikar at gera te/kaffi. Á hotellinum er eisini barr, har til ber at keypa drekkivørur og lættari máltíðir alt samdøgrið.

Rooms 259
Meals