Bertrams Guldsmeden Hotel
Vesterbrogade 107, 1620 København V

Hotellið liggur í niðara endanum av Vesterbrogade roknað frá Ráðhúsplássinum.

Øll stovuhæddin á hotellinum er ein stór hugnalig lounge við café og garði, sum allir gestirnir hava atgongd til. Eins og hini hotellini í Guldsmeden familjuni leggur Bertram hotel seg eftir at hava heilsugóðan og økologiskan morgunmat. Har fæst millum mangt annað heimabakað bananbreyð sum er fylt við nøtum, turkaðum fruktum og nøkrum dropum av rom.

Hotellið hevur 46 kømur.

Rooms 46
Meals