Axel Guldsmeden Hotel
Helgolandsgade 11, 1653 København V

Hotellið er ein perla mitt í Keypmannahavn á Helgolandsgade beint við Vesterbrogade. Hotelli hevur eitt væl umtøkt spa/sauna har tey bert nýta sínar egnu vistfrøðiligu vørur.

Øll kømur eru innrættaði ymiskt - tó við íblástur frá Bali, líkasum teirra spa samstundis sum tey øll hava flatskýggja sjónvarp, Aircondition og ókeypis tráleyst internet.

Tann vistfrøðiligi morgunmaturin verður borðreiddur í matstovuni - ella í tí hugnaliga garðinum um veðrið er til tað. Her er eisini ein hugnalig lounge cocktail bar úti í garðinum ið er sera vælumtøkt um summari - og 5 min frá øllum øðrum í Keypmannahavn.

Einki er sum Vesterbro um summari!

Rooms
Meals