Atlantic Airways flýgur leiguflúgving fyri nógvar føroyskar og útlendskar kundar.
Hava tit tørv á einum leigutúri t.d. í sambandi við eitt stórt tiltak, eina ráðstevnu, ítróttarstevnur/tiltøk ella líknandi, ber til at leiga eitt flogfar frá Atlantic Airways.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at hoyra nærri um møguleikar og prís.
Skriva til [email protected] ella ring á tlf. 34 10 00.
Trín innar í okkara Airbus 320 - frá Google Streetview.