_

Innskriving

Vit viðmæla, at tú innskrivar teg tveir tímar fyri fráferð, tá ið ferðast verður úr Føroyum. Vinaliga kanna, hvat er galdandi fyri flogvøllin, ið tú ferðast frá.

NETINNSKRIVING

Innskriving á heimasíðuni

MOBILINNSKRIVING

Innskriving á snildtelefon við app

SJÁLVTØKA

Innskriving við sjálvtøku

INNSKRIVINGARDISKUR

Innskrivingardiskur á flogvøllinum

Vágar - FAE

Keypmannahavn - CPH

Billund - BLL

Oslo - OSL

Reykjavík - KEF

 

Barcelona - BCN

 

 

 

Mallorca - PMI

 

 

 

Edinburgh - EDI

 

Aalborg - AAL

 

Gran Canaria - LPA

 

 

 

París - CDG

 

Innskriving á heimasíðuni

48 tímar undan fráferð ber til at innskriva seg á okkara heimasíðu. Tú kanst skriva teg inn á forsíðuni við at trýsta á “Innskriving” í leitikassanum. Síðani skrivar tú títt eftirnavn og bíleggingarnummarið við seks teknum. 

Tú kanst prenta ferðapassið (boarding pass) og hava tað við tær á flogvøllin. Tú kanst eisini velja at senda ferðapassið til fartelefonina, so tú altíð hevur tað hjá tær. 

Mobil Innskriving

Møguligt er eisini at innskriva seg við at nýta Atlantic Airways appina - tøka á iOS og Android. Ferðapassið kanst tú goyma á telefonini.

Les meira HER

Innskriving á sjálvtøkum

Á flogvøllinum í Vágum standa átta sjálvtøkur til innskriving.

Tú kanst brúka bíleggingarnummarið ella passið til at finna tína bílegging. Hevur tú innskrivað teg heimanifrá, kanst tú skanna strikukotuna.

Sjálvtøkurnar hava tann fyrimun, at har kanst tú eisini útskriva tíni viðførismerkir (bag tags). 

Sjálvvirkandi viðførisavgreiðsla

Á flogvøllinum í Vágum eru tvey viðførisbond við sjálvavgreiðslu.

Um tú innskrivar teg í sjálvtøkunum, setir merkið á viðførið, kanst tú fara beinleiðis til sjálvavgreiðsluna, seta viðførið á bandið, skanna strikukotuna, og nøkur sekund seinni fer kuffertið eftir bandinum, og avgreiðslan er liðug.

Einasta treyt er, at tú ikki hevur meira viðføri við enn loyvt. Um so er, noyðist tú til tann mannaða innskrivingarpultin.