Burturmist viðføri

Burturmist ella skatt viðføri
Um viðførið ikki er við flogfarinum, ella um viðførið hevur fingið skaða, eigur tú beinavegin at gera vart við tað hjá Bagage Service á flogvøllinum, har flogfarið setir seg. 

Eftirlýsing
Um viðførið ikki er komið afturíaftur, verður tað eftirlýst. Eftirlýsingin hevur eitt tilvísingarnummar. Hettar tilvísingarnummarið fært tú frá Atlantic Airways á telefon 
34 10 00.  

Fylg støðuni á tínum viðføri
Fylg støðuni á tínum burturmista viðføri HER (Leinkja opnar í nýggjum vindeyga)

OBS: Tilvísingarnummarið, sum tú kanst fáa útflýggjað frá okkum, skal setast inn undir "file reference," eftirnavn skal setast í "navn," og síðan skalt tú trýsta á "submit."

Viðføri gloymt umborð 
Set teg í samband við Støðina á  34 10 00 ella við e-mail  [email protected] og greið gjølla frá tí, tú hevur gloymt, nær tað hendi, og hvat nummar flogfarið hevði.

 

Telefonnummur:

Føroyar    
Vágar Atlantic Airways +298 34 10 00

Danmark    
Keypmannahavn SAS Baggageservice +45 32 32 32 60
Billund Billund Lufthavn Baggageservice +45 76 50 52 34
Aalborg SAS Ground Service +45 32 32 14 34

Noreg    
Bergen SAS Ground Service      +47 95 71 43 01

Ísland    
Reykjavík Air Iceland Baggage Service +354 570 3400

Bretland    
Edinburgh Swissport UK +44 (0)131 344 3253 

NB! Hesi svara bara spurningum um saknað viðføri við komu til teirra flogvøll!