Elektronisk tól

Øll tól, ið geva signal frá sær, t.d. persónssøkjarar, radiostýrd leika og radiosendarar av einhvørjum slagi, skulu vera sløkt.

Fartelefonir og teldlar kunnu brúkast í flogstøðu (flightmode). 

Viðvíkjandi farteldum skal tó gerast vart við, at ikki er loyvt at seta til prentara, diskladrev o.s.fr., tí hesi geva signal frá sær.