Óvanlig ljóð

Møguliga leggur tú til merkis nøkur óvanlig ljóð undir flúgvingini. Her greiða vit eitt sindur nærri frá orsøkunum.

 

Tá flogfarið koyrir eftir breytini, verða ymsar skipanir royndar, og flapsirnir, ið bøta um berievnini hjá flogfarinum við lítlari ferð, verða settir í rætta støðu. Stutt eftir, at flogfarið er farið á flog, verða hjólini togað upp. Eitt sindur av larmi hoyrist, serliga tá hjólini koma upp á pláss.

 

Tá ferðin er komin upp í 400 km/t, verða flapsirnir tiknir inn, og aftur er eitt eyðkent ljóð at hoyra. Nú eru bert tey vanligu ljóðini at hoyra til umleið 10 min. fyri lending.

 

Tá ferðin er komin niður á umleið 400 km/t, verða flapsirnir trýstir útaftur, og tað eyðkenda ljóðið av vindinum, sum súsar um flapsirnar, áðrenn teir eru komnir í rætta støðu, hoyrist í umleið 30 sekund. Síðan verða hjólini sett í lendingarstøðu.

 

Alt hetta eru vanlig og eyðkend ljóð, sum tann ferðandi skjótt venist við.

 

Ljóðdømi:
Flaps: Hoyr ljóðið her >>
Hjól: Hoyr ljóðið her >>