Vælkomin umborð

Tá tú flýgur við Atlantic Airways, miða vit ímóti at gera ferðina hjá tær so góða sum til ber.

 

Flýgur tú til/úr Danmark ella á NORÐ-rutunum, fært tú ókeypis vatn, leskidrykkir og kaffi/te, umframt at tað er møguligt at keypa okkurt leskiligt til matna og/ella sterkari løg fyri ein sámuligan prís.

 

Flýgur tú á SÓL-rutunum, bjóða vit eina lætta máltíð umframt drykkjuvørur.

 

Okkara mál er, at líkamikið hvar tú fert, fært tú eina góða tænastu og blíðskap, sum annars næstan hoyrir eini farnari tíð til.

 

Umborð á okkara flogførum situr tú væl; har er gott pláss til beinini, og setrini eru góð at sita í.


Vit ynskja tær eina góða ferð.