Sjálvvirkandi viðførisavgreiðsla

Auto Bag Drop

Á flogvøllinum í Vágum eru tvey viðførisbond við sjálvavgreiðslu.

Um tú innskrivar teg í kioskunum, setir merkið á viðførið, so kanst tú fara beinleiðis til sjálvavgreiðsluna, seta viðførið á bandið, skanna strikukotuna, og nøkur sekund seinni fer kuffertið eftir bandinum, og avgreiðslan er liðug.

Einasta treyt er, at tú ikki hevur meira viðføri við enn loyvt. Um so er, noyðist tú til tann mannaða innskrivingarpultin.