Innskriving á sjálvtøkum

Check -in Kiosk

Á flogvøllinum í Vágum standa 8 sjálvtøkur til innskriving.

Tú kanst brúka bókingarnummarið ella passið til at finna tína bóking. Hevur tú innskrivað teg heimanifrá, kanst tú bara skanna strikukotuna.

Sjálvtøkurnar hava tann fyrimun, at har kanst tú eisini útskriva tíni viðførismerkir (bag tags).