Innskriva á telefonini

Mobile Check -in

Atlantic Airways bjóðar kundum sínum at innskriva seg við fartelefonini.

Talan er um eina tænastu, har viðskiftafólkini fáa eitt SMS sendandi 22 tímar undan fráferð, sum boðar frá, at nú er klárt til innskriving.

Tú trýstir á leinkjuna og kemur beinleiðis inn til tína bóking og kanst innskriva teg. Ferðapassið sæst á skíggjanum.

Tú skalt tó hava internet samband fyri at fáa ferðapassið framaftur á flogvøllinum. ein annar møguleiki er at taka mynd av ferðapassinum (screenshot), so tú hevur atgongd til myndina á fartelefonini, líkamikið um tú hevur atgongd til netið ella ikki.