Privatur flutningur av matvørum til Danmark og ES

Í 2004 vórðu reglurnar fyri privatum innflutningi av matvørum til Danmarkar og restina av ES vorðnar strangari.

 

Á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen í Danmark, www.foedevarestyrelsen.dk, undir "Fødevarer" og síðan "Privat indførsel" standa reglurnar fyri innflutning av matvørum til Danmarkar. Sambært heimasíðuni hava føroyingar loyvi at innflyta til privata nýtslu í Danmark annaðhvørt í viðføri ella sent við pakka:

 

  • Fisk og fiskavøru, íroknað t.d. turran og ræstan fisk, óavmarkað mongd
  • Seyða- og neytakjøt og aðra matvørum í mesta lagi 5 kg.

 

Samsending av mati er loyvd. Tað vil siga, at tað er loyvt at senda fleiri pakkar til sama bústað. Treytirnar eru:

 

  • at ein váttan fylgir við pakkunum, har navn og bústaður á øllum móttakarunum stendur á
  • Hvør pakki í mesta lagi vigar 5 kg
  • Kjøtið er til egna nýtslu

 

Til onnur ES-lond enn Danmark hava føroyingar ikki loyvi at taka føroyskar kjøtvørur við ella senda føroyskar kjøtvørur til. Best er at venda sær til myndugleikan í víðkomandi landi, sum tú ætlar at hava mat við til ella senda mat til og spyrja um reglurnar.