Føroyskur matur við til Íslands

Fiskur

Ikki er neyðugt at søkja um heimild til at innflyta fisk til Íslands.

 

Kjøt

Tey, ið ynskja at flyta kjøt til Íslands, mugu í hvørjum einstøkum føri søkja um loyvi frá íslendska Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið og frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Viðmælt er at søkja í góðari tíð, helst nakrar vikur áðrenn fráferð til Íslands.

Fyrst skal umsókn sendast til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið, Trýst her fyri at fáa umsóknaroyðublað. Umsóknin skal sendast til [email protected].

 

Minst til at skriva, hvat slag av kjøti (turt ella ræst kjøt, grind og spik o.s.fr.), talan er um, hvussu nógv stykki og hvussu nógv kilo. Ein persónur, barn ella vaksin, kann í mesta lagi taka 10 kg við sær, so um talan er um meira enn 10 kg, ber til at seta fleiri nøvn á listan, t.v.s. nøvnini á teimum, ið flyta kjøtið við sær.

GG: Tað er ikki neyðugt, at navnið á umsøkjara er tað sama, sum hjá tí, ið tekur kjøtið við sær. T.d. um Hans er umsøkjari, men Per er tann, ið tekur kjøtið við sær.

Upplýsast skal um farið verður við flogfari ella við Norrönu og eisini hvønn dag, kjøtið kemur til Íslands.

Verður umsóknin góðkend, fært tú eina heimild sendandi.

 

Harumframt skal ein eigaraváttan fyllast út og latast Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Bóndin, sum selur kjøtið, fyllir út eigaraváttanina, ið fæst her. Her skal navnið á bóndanum og hagapartinum upplýsast,  eins og nøgd av kjøti og viðgerðarháttur. Kjøtið má koma frá bónda, ið er váttaður hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, og tískil ikki hevur nakra smittuskjúku.

GG: Undir ”Navn, bústaður og telefonnummar móttakarans (tann sum hevur fingið loyvi at fáa kjøtið til Íslands):” skal standa navnið á tí, ið hevur søkt um loyvi til at fáa kjøtið. Tvs. um Hans er umsøkjari til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið, so skal navnið hjá Hans eisini standa her.

 

Tá bóndin hevur fylt út eigaraváttanina, skal hon sendast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, [email protected] og [email protected]. Birna Mørkøre, landsdjóralækni, tekur sær av tílíkum umsóknum.

Ikki nýtist at bíða eftir heimild frá íslendska fiskimálaráðnum, áðrenn umsókn er send til Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Gott er at siga Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, at umsókn hevur verið send til Atvinnuvega- og nýsköpunarráðuneytið.

 

Loyvið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovu kostar 170 kr., og skal gjaldast á kontu í BankNordik 6460-000.992.765.6, áðrenn loyvið verður útflýggjað.

 

Tann ferðandi skal syrgja fyri, at báðar váttanirnar, bæði frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og frá Fiski - og Landbúnaðarmálaráðnum, fylgja við kjøtinum á ferðini til Íslands.

 

Um onkrum nýtist hjálp við hesum, kann viðkomandi altíð venda sær til Sendistovu Føroya í Reykjavík.

 

Sendistova Føroya í Reykjavík

 

Tungøta 14 3rd floor – 101 Reykjavik, Iceland
 

Tlf: +354 511 32 00

Fax: +354 5113209
 

[email protected]