SVEIGGJ

Sveiggj

Endamál og treytir

Endamál:

Heimurin er áhugaverdur, og heimið er best. Endamálið við SVEIGGJ-ferðaseðlunum er at knýta lesandi og ungdóm, sum búgva uttanlands nærri Føroyum, umframt at gera tað meiri áhugavert hjá ungum føroyingum at búgva og nema sær útbúgving í Føroyum. Tí bjóðar Atlantic Airways ungdómi og lesandi at flúgva fyri serprís.

SVEIGGJ-ferðaseðlar eru til øll ung undir 26 ár og føroysk fulltíðarlesandi 26 ár og eldri, ið fáa lestrarstuðul ella ferðastuðul frá Studna.

 

Stovna brúkara:

Fyri at kunna bíleggja SVEIGGJ ferðseðlar beinleiðis á atlantic.fo mást tú fyrst verða Súlubonuslimur. Søk um SVEIGGJ við at innrita teg á Súlubonusvangan og trýsta á "MÍN VANGI". Trýst síðani á "Ert tú góðkend/ur at Sveiggja?" og fylg mannagongdini á síðuni. 

Trýst her fyri at stovna ein Súlubonusvanga.


Ung undir 26 ár

- Øll ung millum 12 og til og við 25 ár kunnu keypa SVEIGGJ-ferðaseðlar


- Fyri at bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar beinleiðis á atlantic.fo er neyðugt at stovna ein vanga á atlantic.fo og viðfesta eitt samleikaprógv við mynd (koyrikort ella pass). Ung undir 26 kunnu eisini bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways ella eina ferðaskrivstovu.


- Atlantic Airways skal góðkenna samleikaprógvið, áðrenn tú kanst bíleggja ferðaseðlar á atlantic.fo


- Atlantic Airways tilskilar sær rætt at tryggja, at ferðandi við SVEIGGJ lúka treytirnar. Vit kunnu tí biðja um samleikaprógv, áðrenn tú skalt umborð. Minst tí altíð til samleikaprógv, tá tú ferðast við SVEIGGJ.


Lesandi 26 ár og eldri

Føroysk lesandi 26 ár og eldri, ið fáa lestrarstuðul ella ferðastuðul frá Studna, kunnu eisini keypa SVEIGGJ ferðaseðlar. Fyri at kunnu bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar skalt tú stovna ein vanga á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.


Umframt samleikaprógv skalt tú viðhefta eina váttan frá lærustovninum, ið prógvar, at tú ert fulltíðarlesandi. Tað er ein treyt, at lærustovnurin er góðkendur av Studna ella SU. Váttanin er galdandi eina lestrarhálvu (semester). Atlantic Airways skal góðkenna samleika- og lestrarprógvið, áðrenn tú kanst bíleggja ferðaseðlar á atlantic.fo.


Tú skal kunna prógva, at tú í inniverandi lestrarhálvu fært lestrarstuðul frá t.d. Stunda ella SU.


Ert tú lesandi 26 ár ella eldri, skalt tú hava serligt tilknýti til Føroyar fyri at kunna keypa SVEIGGJ-ferðaseðlar:


- Umsøkjarin býr í Føroyum.


- Umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella umsøkjarin hevur búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.

 

Treytir fyri SVEIGGJ ferðaseðlar

- SVEIGGJ-ferðaseðlar eru til taks á Danmarkar og NORÐ-leiðunum hjá Atlantic Airways.


- SVEIGGJ-ferðaseðlar kunnu ikki setast saman við øðrum ferðaseðlasløgum, hvørki tá tú keypir ella møguliga broytir ferðaseðilin.


- Við SVEIGGJ-ferðaseðlum kanst tú broyta ferðadag, farleið og navn. Hvør broyting kostar DKK500 + møguligan prísmun.


- Um navn verður broytt á einum SVEIGGJ ferðaseðli, skal tann nýggi ferðandi eisini lúka treytirnar fyri SVEIGGJ ferðaseðlum. Ung undir 26 ár kunnu broyta navn á SVEIGGJ-ferðaseðlinum við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways ella ferðaskrivstovuna, har tú hevur bílagt ferðaseðilin. Lesandi 26 ár og eldri kunnu bert broyta navn á SVEIGGJ-ferðaseðlinum við at ringja til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways.


- Vit bjóða møguleika at angra keypið innanfyri 24 tímar, frá keypið er gjørt og fáa allan peningin endurgoldnan.


- SVEIGGJ-ferðaseðilin kann ikki endurgjaldast (tó við undantaki av 24-tíma tíðarfreistini)


- Útboðið av SVEIGGJ ferðaseðlum kann verða avmarkað á útvaldum ferðum.


Almennar treytir

- Hvør einstakur persónur kann bara hava ein vanga á atlantic.fo. Bara brúkarin sjálvur kann bíleggja SVEIGGJ-ferðaseðlar til sín sjálvs á atlantic.fo.


- Tá tú stovnar ein vanga, váttar tú, at øll kunningin á vanganum er røtt og dagførd. Um tú t.d. gevst við lesnaðinum, skalt tú beinanvegin dagføra tín vanga á heimasíðuni ella geva Atlantic Airways boð um hetta við at senda teldupost til [email protected].


- Tá tú stovnar ein vanga, gerst tú samstundis limur í bonus-skipanini hjá Atlantic Airways.


- Við at stovna ein vanga loyvir tú Atlantic Airways at senda tær kunning við tíðindum
og tilboðum.


- Atlantic Airways tilskilar sær rætt at tryggja, at ferðandi við SVEIGGJ lúka treytirnar. Vit kunnu tí biðja um samleikaprógv, áðrenn tú skalt umborð. Minst tí altíð til samleikaprógv, tá tú ferðast við SVEIGGJ.


- Verður ferðaseðilin keyptur á atlantic.fo, er eitt avgreiðslugjaldið á DKK 50 galdandi, og verður ferðaseðilin keyptur við at ringja ella skriva til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways, er avgreiðslugjaldið DKK 240 fyri hvønn t/r ferðaseðil.


- Brot á treytirnar t.d. skjalafalskan verður meldað til løgregluna.


- Atlantic Airways kann til eina og hvørja tíð broyta treytirnar ella avtaka SVEIGGJ-ferðaseðlar.