Treytir

Súlubonus Treytir

Limatreytir

Sum avleiðing av nýggju persónsdátufyriskipanini, sum kemur í gildi 25. mai 2018, hava vit dagført limatreytir okkara fyri limaskapi í bonusskipanini hjá Atlantic Airways. Dagføringin viðvíkur nýggja brotinum um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Umframt nevndu reglur og treytir í hesi áseting eru ásetingar galdandi, tá ið tú ert limur í bonusskipanini hjá Atlantic Airways, soleiðis sum tær eru nevndar niðanfyri. Limirnir í bonusskipanini hava við tilmeldingina góðtikið nevndu ásetingar.


1 Viðgerð av tínum persónsupplýsingum


1.1 Atlantic Airways savnar, brúkar og goymir tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at umsita limaskap tín hjá Atlantic Airways, m.a. at skráseta tínar flogferðir og síggja til, at tú fært bonusstig fyri viðkomandi ferðir orsakað av tínum limaskapi í Súlabonusskipanini hjá Atlantic Airways.


1.2 Lógligu áhugamálini hjá Atlantic Airways. Atlantic Airways viðger hesar persónsupplýsingar um teg:


1.2.1 Samskiftisupplýsingar, m.a. navn, bústaður, tjóðskapur, kyn, møgulig lestrarstøða, teldupostadressa, telefonnummar o.s.fr. við tí endamáli at samskifta við teg og síggja til, at tíni bonusstig kunnu eyðmerkjast og gevast rætt.


1.3 Atlantic Airways hevur rætt til at savna og viðgera hesar persónsupplýsingar um teg orsakað av lógligu áhugamálunum hjá Atlantic Airways, og mett verður, at áhugin hjá Atlantic Airways at viðgera tínar persónsupplýsingar koma fram um tíni áhugamál. Lógligu áhugamálini hjá Atlantic Airways eru hesi:


1.3.1 Atlantic Airways hevur rætt til at viðgera tínar samskiftisupplýsingar til at umsita tín limavanga og til at seta seg í samband við teg viðvíkjandi tínum limaskapi í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways.


1.4 Trúnaður og kunning um viðgerðina hjá Atlantic Airways av tínum upplýsingum: Allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og fara bara at verða brúktar til endamálið, sum lýst er omanfyri.


1.5 Tínar persónsupplýsingar verða goymdar hjá Atlantic Airways og verða vístar á vevsíðuni hjá triðjapartshýsara.


1.6 Gev gætur, at verjustøðið av persónsupplýsingum, sum verður brúkt og handhevjað í londum uttan fyri Evropasamveldið (ES), ikki livir upp til verjustøðið av persónsupplýsingum, sum verður brúkt og handhevjað innan fyri ES. Flutningurin av upplýsingum millum bólkaeindarnar hjá Atlantic Airways fer at vera við fyrisettu ásetingunum hjá kommisjónini í huga, sum Atlantic Airways hevur tikið undir við. Tú kanst biðja um avrit av fyrisettu ásetingunum, sum eru gjørdar millum Atlantic Airways og bólkaeindirnar hjá Atlantic Airways við at seta teg í samband við Atlantic Airways á [email protected].


1.7 Atlantic Airways brúkar triðjapartsútbjóðarar, sum fara at hava atgongd til tínar persónsupplýsingar og viðgera teir. Um ein triðjapartsútbjóðari viðger tínar persónsupplýsingr uttan fyri ES/EØS (Evropiska Búskaparsamstarvið), fer tað antin at vera við støði í ES-US Privacy Shield ella fyrisettu ásetingunum hjá Kommisjónini. Tú kanst biðja um avrit av avtaluni, sum flutningurin av persónsupplýsingum verður lagaður eftir, við at seta teg í samband við Atlantic Airways á [email protected].


1.8 Tínar persónsupplýsingar verða goymdar, so leingi tú ert limur í Súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways. Tínar persónsupplýsingar verða strikaðar, tá ið tú sigur limaskapin upp, uttan so at tað verður álagt Atlantic Airways sambært viðkomandi lóggávu at goyma tínar persónsupplýsingar í eitt longri tíðarskeið.


1.9 Atlantic Airways fer við støði í tínum persónsupplýsingum av sær sjálvum at taka avgerðir um teg fyri at gera av, um tú skalt hava ungdómsstøðu. Tað verður grundað á føðingardag tín. Harumframt taka vit av okkum sjálvum avgerðir, grundaðar á talið av ferðastigum, til at avgera, um tú ert Gulllimur. Ert tú undir rætta aldursmarkinum, kanst tú fáa ungdómsstøðu. Hevur tú flogið nóg nógvar ferðir, kanst tú gerast Gulllimur.


1.10 Tíni rættindi. Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum Atlantic Airways goymir og viðger um teg, við at seta teg í samband við [email protected]. Tú kanst harumframt altíð mótmæla viðgerðini hjá Atlantic Airways av tínum persónsupplýsingum umframt at biðja um rætting ella strikan av tínum persónsupplýsingum. Vilt tú mótmæla viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, ella vilt tú fáa tínar persónsupplýsingar rættaðar, so set teg í samband við [email protected] og boða frá. Vilt tú kæra viðgerðina hjá Atlantic Airways av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Dátueftirlitið.


1.11 Tú kanst fáa avrit av persónsupplýsingum tínum í einum skipaðum, vanliga brúktum og teldutøkum sniði við at seta teg í samband við [email protected]. Ber tað tøkniliga til, kanst tú biðja um at fáa tínar persónsupplýsingar fluttar til aðra fyritøku ella fólk, sum virka sum dátuábyrgdari.


2 Limaskapur og limakort


2.1 Ein persónur kann bert hava ein limaskap í bonusskipanini. Feløg og aðrir juridiskir persónar kunnu ikki hava bonusvanga.


2.2 Atlantic Airways eigur Súlukortið. Verður limaskapið uppsagt, skal kortið latast Atlantic Airways alt fyri eitt, ella tá ið Atlantic Airways krevur tað.


2.3 Verður limaskapurin misbrúktur beinleiðis ella óbeinleiðis, t.d. við at ein limur ber seg óhóskandi at móti Atlantic Airways, samstarvsfeløgum hjá Atlantic Airways, starvsfólki teirra ella ferðandi, hevur Atlantic Airways rætt til at siga limaskapin upp beinanvegin og uttan ávaring. Vunnin, óbrúkt bonusstig og/ella óbrúktir bonusferðaseðlar detta burtur.


2.4 Limir kunnu altíð við skrivligari fráboðan og við at lata Súlukortið inn krevja, at allar skrásettar persónsupplýsingar verða strikaðar samsvarandi nýggju perónsdátafyriskipanini.


2.5 Hevur tú stovnað ungdómsvanga á okkara heimasíðu, er ikki neyðugt at stovna nýggjan vanga, við tað at tíni bonusstig verða flutt til tín ungdómsvanga.


3 Latin bonusstig


3.1 Bonusstig verða bara latin á flogrutunum á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Bonusstig verða bara latin fyri ta flogrutuna og tann klassan, sum er bílagdur, goldin og skrásettur sambært ferðaseðlinum. Hetta er eisini galdandi fyri broytingar, sum Atlantic Airways hevur gjørt av tøkniligum ella av tilbúgvingarligum orsøkum. Súlustig verða bert givin fyri ferðir, sum limur hevur gjørt. Fyri keyptar, men óbrúktar ferðaseðlar, verður einki bonusstig latið. Bonusstig verður ikki latið, verður ferðin avlýst av orsøkum, sum Atlantic Airways ella samstarvsfelagar hjá Atlantic Airways ikki hava ávirkan á.


3.2 Tað er bara ferðandi limurin sjálvur, ið kann fáa bonusstig í sambandi við keyptar ferðaseðlar – sama hvør ið hevur goldið tað, ið er keypt.


3.3 Tillutað bonusstig eru persónlig og kunnu ikki seljast, verða givin, arvað ella loyst út fyri endurgjald, men kunnu bara verða nýtt til tey endamál, sum Atlantic Airways hevur ásett. Tvey ella fleiri fólk kunnu ikki leggja síni bonusstig saman fyri t.d. at koma upp um markið til eina ókeypis ferð.


3.4 Bonusstig skulu verða nýtt innan fyri 7 ár frá tey degi, tey eru savnað.


3.5 Atlantic Airways ásetur, hvørji ferðaseðlasløg fáa bonusstig. Atlantic Airways hevur rætt til at útiloka ávís ferðaseðlasløg og ferðamál frá bonusskipanini.


3.6 Fyri at fáa bonusstig skal limurin tryggja sær, at bonusnummarið er sett í bíleggingina fyri fráferð, so stigini kunnu verða skrásett á bonusvangamyndini.


3.7 Atlantic Airways ásetir, hvussu mong bonusstig verða tillutað fyri ferðir á Atlantic Airways rutunetinum. Hetta kann verða broytt uttan ávaring. Sí meira á atlantic.fo


3.8 Til ber at skráseta bonusstig, eftir at ferðin er gjørd. Tað krevur, at tú sendir títt boardingkort inn í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at ferðin er endað til [email protected], síðan skrásetir Atlantic Airways stigini í tíni vangamynd.


4 At brúka bonusstig


4.1 Bonusstig eru persónlig. Hesi fólk í sama húski kunnu brúka bonusstig, treytað av at limurin hevur samtykt: hjúnafelagi, skrásettur maki ella sambúgvi og børn undir 25 ár, sum knýtt eru at húskinum. Nevndu fólk kunnu brúka bonusstig, sjálvt um limurin sjálvur ikki er við.


4.2 Bonusferðaseðlar kunnu bíleggjast á øllum ferðum á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Bonusferðaseðlar eru tó avmarkaðir í tali. Bonusferðaseðlar fyri bonusstig kunnu verða keyptir beinleiðis á tíni bonusvangamynd á atlantic.fo.


4.3 Við einum bonusferðaseðli kanst tú broyta ferðadag, ferðamál og navn fyri ómaksgjald, sum Atlantic Airways ásetir. Broytingar kunnu verða gjørdar upp til 24 timar fyri fráferð.


4.4 Vit geva tær møguleika at angra bílegging innan fyri 24 tímar frá tí, at keypið er farið ígjøgnum, og fáa alla upphæddina (stig + avgjøld) endurgoldið.


5 Limastig


5.1 Bonusskipanin hevur tvey stig. Grundstig og gullstig. Savnar tú tær meira enn 20.000 stig eitt ár, kanst tú verða uppstigað/ur til gullstig. Gullstig hevur fleiri fyrimunir, sum tú kanst lesa meira um á atlantic.fo


5.1.1 Eitt ár verður roknað sum 12 mánaðir frá tí degi, tú meldaði teg til bonusskipanina á atlantic.fo


5.1.2 Verður tú uppstigað/ur til gullstig, er uppstiganin galdandi í eitt ár frá tí degi, tú varðt uppstigað/ur. Klárar tú ikki at savna nóg nógv bonusstig (20.000) næstu 12 mánaðirnar, meðan tú ert gulllimur, verður tú niðurstigaður til vanligan lim eftir teir 12 mánaðirnar, og títt gullstig verður gjørt óvirkið.


6 Almennar treytir


6.1 Tá ið tú stovnar vangamynd, váttar tú, at allar upplýsingar í vangamyndini eru rættar og dagførdar.


6.2 Við at stovna vangamynd gevur tú Atlantic Airways loyvi at senda tær kunning við tíðindum og tilboðum.


6.3 Atlantic Airways kann altíð broyta treytirnar ella taka bonusskipanina av. Verður Súlu-skipanin avtikin, kunnu savnað bonusstig verða nýtt næstu tríggjar mánaðirnar eftir, at tað er kunngjørt. Tað er kortini ikki galdandi, um skipanin verður avtikin vegna lógarbroyting, dómsavgerð, boð frá almennum myndugleikum, broytingar í rutukervinum ella tílíkt. Í slíkum førum falla savnað bonusstig burtur uttan nakað endurgjald.


6.4 Viðkomandi skattir og avgjøld, eisini ferðaavgjøld, skal hvør einstakur limur gjalda.


6.5 Limirnir hava sjálvir ábyrgd av at halda galdandi skattareglur og aðrar reglur, sum hava týdning fyri at vera í bonusskipanini hjá Atlantic Airways.


6.6 Verða børn undir 18 ár meldað til skipanina, verður váttað, at tey hava fingið loyvi frá foreldrum ella verja.


7 Ósamsvar

Allir rættarligir spurningar í sambandi við bonusskipanina hjá Atlantic Airways verða avgjørdir sambært rættarskipan Føroya.

8 Gildi


8.1 Bonusskipanin hevur gildi frá og við 28. mars 2017. Øll tey, ið stovnað hava vangamynd, hava rætt til bonusstig frá og við hesi dagfesting.


8.2 Fyri at fáa bonusstig skalt tú hava stovnað vangamynd á atlantic.fo, áðrenn ferðin byrjar.


Gev gætur!


Atlantic Airways hevur tað fyrivarnið, at prentvillur kunnu koma fyri, og at broytingar kunnu verða gjørdar í sambandi við bonusskipanina.