Súlubonusskipanin verður enn sterkari!

 

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000 limir í skipanini.

Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at betra enn meira um Súlubonusskipanina, og nú skipanin er nakrar mánaðir gomul, hevur felagið gjørt eina eftirmeting. Grundað á hesa eftirmeting hevur Atlantic Airways gjørt nakrar tillagingar, ið koma limunum til góðar:
 

  • Tíðin, vunnin stig eru galdandi, er longd úr fimm upp í sjey ár
  • Stigatalið í skipanini verður nú tillagað soleiðis, at tað er lættari at samanbera við onnur flogfeløg 
  • Tað er nú eisini upp til 20% skjótari at spara sær stig til eina bonusferð


Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways sigur í viðmerking:

"Hesar broytingarnar koma øllum okkara súlulimum til góðar. Tað verður skjótari at spara sær stig til eina bonusferð og tey, ið ikki ferðast ofta, fáa í størri mun møguleika at gangnýta síni súlubonusstig, tí tíðin, stigini eru galdandi, er longd við tveimum árum. Stigatalvan er eisini broytt soleiðis, at gjøgnumskygnið fyri kundan verður størri.“

Nýggja stigatalvan sæst her:

Súlubonus Samanbering Sept 2017