Súlubonus GULL

 

GULL* limaskapur í Súluskipanini er okkara næsthægsta limastig. Gull er bæði fyri privat- og vinnukundar:  

 

 

- Fyri at fáa GULL-limaskap sum privat kundi skalt tú hava ferðast fyri 20.000 stig innanfyri eitt ár

- Vinnukundar kunnu eisini fáa GULL-limaskap við vinnukundaavtalu við Atlantic Airways   


GULL-limaskapur hevur hesar ágóðarnar við sær:

- Kom skjótt ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Kastrup við CPH EXPRESS

 - Atgongd til Aviator Lounge á flogvøllinum í Kastrup

- Fá altíð eitt eyka stykki av viðføri ókeypis við á ferðini

 

*GULL-limaskapurin er galdandi eitt ár frá útgávudegnum.

 

Okkara Súlubonusskipan er áhaldandi í menning, og í framtíðini fara enn fleiri fyrimunir at verða knýttir at tínum limaskapi.