Súlubonus BASALT

 

BASALT* limaskapur í Súluskipanini er okkara hægsta limastig, sum vit bert bjóða okkara allar trúgvastu kundum. “BASALT” er tað hægsta stigið í Súlubonusskipanini. BASALT er bæði fyri privat- og vinnukundar:
 

- Fyri at fáa BASALT limaskap sum privatkundi, skalt tú hava ferðast fyri 40.000 stig innanfyri eitt ár

- Vinnukundar kunnu eisini fáa BASALT-limaskap við vinnukundaavtalu við Atlantic Airways   


BASALT-limaskapur hevur hesar ágóðarnar við sær:

- Kom skjótt ígjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum í Kastrup við CPH EXPRESS

- Tak tær av løttum í ATELIER RELAXIUM LOUNGE á flogvøllinum í Kastrup

- Matur og drekka umborð á okkara rutuflogførum er íroknað

- Fá altíð eitt eyka stykki av viðføri ókeypis við á ferðini

 

*BASALT-limaskapurin er galdandi eitt ár frá útgávudegnum.

 

Okkara Súlubonusskipan er áhaldandi í menning, og í framtíðini fara enn fleiri fyrimunir at verða knýttir at tínum limaskapi.