Ofta Spurdir Spurningar

FAQ Topbanner FO.png

Hvussu gerist eg limur í Súlubonus?

Tú gerst limur á heimasíðu okkara við at stovna tær ein vanga ovast á heimasíðu okkara.

Hvar bíleggi eg ein súluferðaseðil?

Tað kann gerast á netinum beinleiðis á tínum vanga á atlantic.fo ella við at ringja til Kundatænastuna á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til [email protected].


Kann eg leggja súlustig saman frá t.d. fleiri súlukortum?

Nei, vunnin súlustig eru persónlig og knýtt at persóninum, ið eigur súlukortið. Tískil kunnu tveir ella fleiri persónar ikki leggja síni súlustig saman.


Hvussu nógv súlustig kostar ein ferðaseðil?

Her sært tú eitt yvirlit yvir, hvussu nógv súlustig skulu til fyri at fáa ein ferðaseðil:

 

Súlubonus Stigatalva Sept 2017

 


Hvussu beri eg meg at, um eg ikki havi fingið súlustig fyri mína fráferð?

Tú kanst altíð síggja tíni súlustig og ferðir á tínum súluvanga á netinum. Um tú hevur gloymt at skráseta súlustig við fráferð, ella um tú hevur bílagt ein ferðaseðil uttanfyri vangan, kanst tú seta teg í samband við kundatænastu okkara við at senda ein teldupost til [email protected] ella við við at ringja 34 10 00. Legg til merkis, at hetta er bert galdandi fyri ferðir aftaná 28.03.17

Eftirskráseting av stigum ber til upp til tríggjar mánaðir eftir, at ferðin er lokin. 


Kann eg keypa súluferðaseðil, hóast eg ikki havi nóg nógv súlustig til ein t/r ferðaseðil?

Nei, tað er ikki møguligt.


Geva øll sløg av ferðaseðlum stig?

Ja, men slagi av ferðaseðli ger av, hvussu nógv stig tú fært. Sí stig talvu omanfyri.


Fái eg stig við SVEIGGJ-ferðaseðlum?

Eitt SVEIGGJ aftur og fram gevur sjálvandi eisini súlustig. Í yvirlitinum omanfyri sært tú, hvussu nógv stig tú fært fyri tey ymsu sløgini av ferðaseðlum.


Hvussu leingi eru stigini galdandi?

Vunnin stig skulu verða brúkt innan sjey ár.


Skal eg gjalda skattir og avgjøld fyri súluferðaseðil?  

Ja, skattir og avgjøld skulu gjaldast fyri súluferðaseðlar – og hesar upphæddir eru ymiskar alt eftir valdari farleið.


Hvør kann nýta míni súlustig?

Súlustig eru persónlig. Tó kunnu hesi húsfólk nýta súlustig hjá øðrum, treytað av at eigarin hevur játtað: hjúnafelagi, skrásettur felagi ella samlivi, umframt børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. Nevndu húsfólk kunnu brúka súlustig, uttan at eigarin sjálvur er við.


Kann eg bíleggja súluferðaseðil á øllum rutunetinum hjá Atlantic Airways?

Ja, á øllum vanligum rutum, tó ikki á leiguflogførum.


Eru súluferðaseðlar altíð tøkir?

Ein ávís nøgd av súluferðaseðlum eru á flest øllum rutum. Tó kann tað verða útselt, og tí ræður um at bíleggja í góðari tíð.


Kann ein súluferðaseðil broytast?

Ja, súluferðaseðlar kunnu broytast fyri eitt gjald. Tað er gjørligt at broyta navn, ferðadag og farleið. Hvør broyting kostar eitt broytingargjald. Sí yvirlit yvir broytingargjøld her:

Navnið á súluferðaseðli kann bert broytast til onkran í tínum húski. Tað verið seg hjúnafelagi, skrásettur felagi ella samlivi ella børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár.

 


Er 24 tíma angrirættur galdandi fyri súluferðaseðlar?

Angrar tú títt keyp innan 24 tímar, fært tú stigini, umframt skattir og avgjøld afturgoldin. Tó er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við okkum innan 24 tímar eru farnir fyri at tryggja tær, at tú fært stigini aftur. Tað kanst tú gera við at ringja til Kundatænastuna á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til okkara á [email protected]


Eru fleiri sløg av súlulimaskapum?

Ja!  Jú fleiri stig tú forvinnur, jú betri limaskap fært tú. Og við tí fylgja fleiri fyrimunir við. Tá tú hevur fingið 20.000 stig innan 365 dagar fært tú Súlubonus GULL, ið gevur atgongd til Fast-track og lounge í Keypmannahavn. Legg til merkis, at vit áhaldandi menna Súluskipanina, og tískil koma fleiri fyrimunir í framtíðini. 


Kann eg broyta ein súluferðaseðil til ein vanligan ferðaseðil?

Nei, skalt tú broyta til dømis dagfesting á einum súluferðaseðli, er neyðugt, at ein súluferðaseðil er tøkur á nýggju dagfestingini.