Gerst limur

Gerst limur

Fá fyrimunir við Súlubonus

Øll kunnu tekna seg sum lim í Súlubonus hjá Atlantic Airways; bæði vaksin og børn (2 ár ella eldri). Sum limur í súlubonusskipanini hjá Atlantic Airways, fært tú fleiri fyrimunir, jú oftari tú ferðast. 

Hvør ferð gevur eitt ávíst tal av stigum, alt eftir hvørjum slagi av ferðaseðli, tú ferðast við og hvørjari farleið. Stigini kanst tú savna saman til eina súluferð.

 

Súlubonus Stigatalva Sept 2017

 

Umframt vanliga súlukortið, sum øll fáa, tá tey limað seg inn í Súlubonus, kanst tú fáa eitt gull súlukort, sum krevur 20.000 súlustig árliga. Gull-súlukort gevur ágóðar sum til dømis atgongd til CPH fast-track og lounge á flogvøllinum í Kastrup.


Súlubonus er áhaldandi í menning, og í framtíðini fara fleiri fyrimunir at verða knýttir at skipanini. So fylg við við at stovna tær ein vanga í dag, tí so ert tú longu væl á veg á tína fyrstu súluferð. 

Gerst limur