Pass

Nú krevst pass ella annað samleikaprógv í ávísum førum. Minst til passið ella annað alment útgivið samleikaprógv við mynd, tá tú fert við flogfari av landinum. ES hevur hert trygdarkrøvini frá 15. oktober 2005, og krøvini galda eisini fyri tey, sum ferðast við Atlantic Airways.

 

Um tú ert norðurlendskur ríkisborgari yvir 18 ár og skalt ferðast til annað norðurlendskt land ella í Norðurlondum, er passið ikki nøkur treyt, men tú skalt kunna vísa eitt alment útgivið samleikaprógv við mynd, t.d. koyrikort, ella annað samleikaprógv við persóntali, t.d. persóntalskort, P-talskort/CPR-nummar ella danskt sjúkratryggingarprógv.

 

Persónar undir 18 ár skulu kunna vísa alment útgivið samleikaprógv, t.d. persóntalskort, sjúkratryggingarkort, dóps- ella navnaváttan ella barnsburðarváttan, um tey ikki hava fingið navn.

 

Alment útgivin samleikaprógv, sum kunnu góðtakast í Norðurlondum:

 

  • Tjóðarsamleikaprógv - bert Svøríki
  • Onnur national alment útgivin samleikaprógv við mynd
  • Nationalt útgivin koyrikort
  • Hernaðarlig- og løgreglu-ID-kort.

 

Um tú ert norðurlendskur ríkisborgari og skalt ferðast uttan fyri Norðurlond, krevst fullgildugt pass ella annað góðkent ferðasamleikaprógv. Bara Svøríki hevur tjóðarsamleikaprógv, ið kann brukast í staðin fyri pass.

 

Um tú ert ríkisborgari í einum landi, sum ikki er við í Schengen-sáttmálanum, krevst fullgildugt pass ella annað góðkent ferðasamleikaprógv.

 

Atlantic Airways mælir tó øllum ferðafólkum til altíð at hava pass við, tí flogfarið kann lenda í t.d. Skotlandi, sum ikki er við í Schengen. Hetta kann henda, tá bíðað verður eftir betri veðri, ella brennievni skal fyllast á.