Innskriving

 

Vágar
Les meira um innskrivingarmøguleikar í Vága floghavn HER >> 


Billund
 
Í Billund verður tilrátt at innskriva teg til fráferð í seinasta lagi 90 minuttir undan fráferð. Ferðafólk, sum ikki eru innskrivað í seinasta lagi 45 minuttir undan fráferð, kunnu ikki vænta at sleppa við flogfarinum.  

Í Billund verður ikki kallað út til flogfarið. Neyðugt er tí at fylgja væl við á talvunum um fráferðirnar. "Go to gate" eru fyrstu boð um at fara til útgongdina, haðani flogfarið fer. "Boarding" merkir, at nú ræður um at skunda sær til útgongdina.

 

Keypmannahavn 
Orsakað av nýggju og herdu trygdarreglunum, ið komu í gildi 6. november 2006, tekur trygdareftirlitið í Kastrup longri tíð enn áður. Mælt verður tí til, at ferðafólk innskriva seg í Terminali 3 120 minuttir undan fráferð. Nú ber eisini til at innskriva seg á sjálvgreiðsluni í Terminali 3.

Um tú hevur ein Altíð ferðaseðil ella Súlubonus Gull kort kanst tú brúka "CPH Express Fast Track" og koma skjótari ígjøgnum trygdareftirlitið.  

Um tú fert inn á www.cph.dk, sært tú, nær flogvøllurin í Keypmannahavn mælir til, at fólk innskriva seg júst henda dagin. Í Keypmannahavn verður ikki kallað út til flogfarið, so har er neyðugt at fylgja væl við, hvør útgongd skal nýtast. Atlantic Airways hevur styttingina RC, t.d. RC455. Av tí, at langt kann vera at ganga, er best at fara móti útgongdini tíðliga. Uppmøting við gate minst 20 minuttir undan fráferð.