Vápn


Vísandi til European Aviation Regulation, EU-OPS 1.070(a), má operatørurin tryggja, at øll sportsvápn, sum skulu við flogførum, rapporterast av operatørinum.

Kundar, sum ætla at flyta sportsvápn, rapportera hetta skrivliga til Atlantic Airways. Hetta kann antin gerast, tá ið bókingin verður framd umvegis eina av ferðaskrivstovunum ella við at senda vápn-útgreiningarnar, har vápnaslag og seriunummar framganga til [email protected]