Húsdjór

Kann eg hava hund / kettu við umborð á flogfarið?
Hundurin ella kettan skulu vera í IATA-góðkendari tasku/kassa fyri at sleppa í kabinuna. Djór og taska mugu tilsamans í mesta lagi viga 8 kg. Djór, sum skulu við í kabinuna, verða roknað sum eitt stykki av handviðføri.
Størsta mát á tasku er 43 x 31 x 20 cm.

Um hundurin ella kettan vigar meira enn 8 kg, skal djórið í lastarúmið í IATA-góðkendum kassa.

Vinarliga útfyll ein flutningskjal, tá tú ferðast við djórum og lat skjalið inn til skrivstovu okkara á flogvøllinum.


Flutningsskjal 


Mát á kassum til lastarúmi: 

Airbus 320Max. 150x70x70 cm. (Í mesta lagi tvey djór á hvørjum túri.)

Airbus 319Max. 150x70x70 cm. (Í mesta lagi tvey djór á hvørjum túri.)

Bell 412: 82x59x65 (Í mesta lagi tvey djór á hvørjum túri.)

 

Í sambandi við djóraflutning verða tit vinarliga biðin um at lesa heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og undir "Viðføri" á heimasíðu okkara HER.


Bílegging av húsdjóraflutningi

Flutningur av húsdjórum má altíð bíleggjast og góðkennast til flutning, áðrenn tey kunnu takast við. Ring á 34 10 00 og bílegg húsdjóraflutning.