Børn ið ferðast einsamøll

Vit ansa barni tínum á ferðini

Onkuntíð er neyðugt hjá børnum at ferðast einsamøll.  Atlantic Airways hevur tí eina tænastu, har vit bjóða okkum at ansa barninum á ferðini.

 

Hendan tænastan er fyri børn millum 5 og 15 ár. Børn 5-11 ár skulu nýta hesa tænastu; fyri børn millum 12-15 ár er tænastan sjálvboðin.

Er barn títt millum 5 og 11 ár og ferðast saman við einum, sum er 16 ár ella eldri, er ikki neyðugt at bíleggja hesa tænastu.

Best er at bíleggja ferðina í góðari tíð fyri at tryggja, at barnið fær váttað pláss.

Henda tænasta kostar 250 kr. pr. ferð.


Tú skalt útfylla eitt handfaringarskjal. Tað inniheldur persónsupplýsingar um barnið, ferðaskrá, navn á tí persóni, sum kemur eftir barninum við komu og undirskrift hjá foreldur/verja. Til ber at taka handfaringarskjalið niður og fylla tað út nú.

Tú skalt hjálpa barni tínum at innskriva viðføri á flogvøllinum. Tú skalt altíð vísa galdandi samleikaprógv við innskriving, líkamikið hvagar barnið skal ferðast, og tú skalt vera á flogvøllinum, til flúgvarin er farin á flog.

Starvsfólk hjálpa síðani barni tínum gjøgnum trygdareftirlitið og allan vegin út í flúgvaran, ansa eftir tí umborð og fylgja barninum út við komu.

Tað ber ikki til at koma eftir barninum við flúgvaran, tá hann er lendur. Starvsfólk fylgja barninum frá flúgvaranum, eftir viðførinum og út ígjøgnum toll- og passeftirlitið. Síðani verður barnið latið tí persóni, sum er komin at taka ímóti (tann sum stendur á handfaringarskjalinum). Fyri at tryggja, at tað er tann rætti persónurin, skal viðkomandi, sum kemur eftir barninum, vísa galdandi samleikaprógv.

Eru seinkingar ella líknandi, verður ansað serliga væl eftir barninum. Vit syrgja fyri, at tú sum foreldur/verji verður kunnað/ur um allar broytingar. Barnið er ongantíð uttan umsjón.

Um tað við fráferð er ivamál, hvørt tað ber til at lenda á ferðamálinum ella ikki (t.d. vegna toku ella vánaligt veður), kann barnið ikki ferðast einsamalt.