Børn

Hvussu nógv kostar ein ferðaseðil til eitt barn?

Børn yngri enn tvey ár uttan egið setur gjalda 10% av ferðaseðlaprísinum. Børn yngri enn 12 ár við egnum setri gjalda 50% av ferðaseðlaprísinum + avgjøld.

Kann eitt barn ferðast einsamalt?

Eitt barn skal vera fylt fimm ár fyri at ferðast einsamalt. Upplýsast skal, hvør fylgir barninum avstað, og hvør heintar tað við komu. SÍ SKJAL HER

Ein flogterna heldur eyga við barninum í flogfarinum. Eykagjald fyri hesa tænastu kostar 250,-. Ferðaseðlar til børn, sum ferðast einsamøll, kunnu bert keypast á telefonsølu okkara ella á ferðaskrivstovunum. LES MEIRA.

Netbóking av smábørnum

Smábørn yngri enn tvey ár uttan setur verða knýtt at navninum á fyrsta ferðandi í netbíleggingini.

Seinni broytingar av hesum kunnu tí bara gerast saman við navnabroyting. Gjald fyri navnabroyting verður kravt fyri hesar broytingar.