24 tímar angrirætt á flogferðaseðlar

24 Timar Sticker FO 1

Vit bjóða kundum okkara møguleika at angra keypið innanfyri 24 tímar frá, keypið er gjørt og fáa allan peningin aftur.

Um tú hevur bílagt eina ferð við Atlantic Airways og kanska skrivað skeivt navn, valt skeivan dag ella angrað títt keyp, kanst tú fáa allan flogferðaseðilin endurgoldnan, um tú setur teg í samband við okkum innan 24 tímar frá keypstíðspunkti.

Hvussu geri eg tað? 

Tú kanst ringja til søludeild okkara á +298 34 10 00 ella senda ein teldupost til [email protected] 

Minst til at viðmerkja navn á ferðandi og bókingarnummar - restini taka vit okkum av! 


Hvat um eg angri mítt keyp, og tit hava stongt vegna vikuskifti ella heiligdagar?

Tað týdningarmesta er, at tú gert vart við teg innan teir 24 tímarnir eru farnir. Send okkum ein mail á [email protected] við omanfyrinevnda. Tá er tað tíðspunkti, ið vit hava móttikið tín teldupost, ið er galdandi. 

(
Serligar treytir eru galdandi fyri bólkaferðir og pakkaferðir. Hesar verða upplýstar í bíleggingarsamskiftinum.)