Atlantic Airways hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at minka mest møguligt um smittuvandan.
Føroysku myndugleikarnir frámæla í løtuni allari óneyðugari ferðing úr Føroyum til onnur lond.
Eisini hava myndugleikarnir sett krav um covid-19 kanning við komu til Føroyar. Hetta verður gjørt fyri at forða fyri, at smittan fer at breiða seg í Føroyum. Børn yngri enn 12 ár eru undantikin.
Føroysku myndugleikarnir heita eisini á ferðandi um at lata seg kanna 3 dagar áðrenn fráferð til Føroya, umframt 6 dagar eftir komu í Føroyum.
Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, um at fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.
Fólk, búsitandi í Danmark og Grønlandi, kunnu altíð ferðast til Føroya.
Les meira her um, hvør kann ferðast til Føroyar
Ferðatilmælini verða dagførd javnan, og tí mæla vit tær til at lesa meira á www.um.dk um, hvørji myndugleikatilmæli eru galdandi.
Orsakað av covid-19 hava nógv lond sett í gildi innferðaavmarkingar. Tú sum ferðandi hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at tú lýkur treytirnar fyri at sleppa inn í landið, tú ferðast til. Upplýsingar um møguligar innferðaavmarkingar eru ofta at finna á heimasíðuni hjá uttanríkismálaráðnum í landinum, har tú ert býrt ella ert ríkisborgari.
Myndugleikarnir krevja at øll, sum koma til landið, bæði føroyingar og útlendingar, skulu lata seg kanna, tá ið tey lenda í Vágum.
Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, um at fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.
Ferðafólk kunnu ikki vísa á covid-19 kanningar, sum eru tiknar í fráfaringarlandinum, tí hesar verða IKKI góðtiknar.
Føroysku myndugleikarnir krevja, at øll ferðandi eldri enn 12 ár, ið lenda í Vágum, skulu kannast fyri covid-19. Myndugleikarnir krevja í hesum sambandi eisini, at tey ferðandi gjalda eitt covid-19 avgjald. Avgjaldið er 312 DKK. Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja avgjaldið inn. Ferðandi fara tí at fáa eitt gjaldsleinki sendandi frá Atlantic Airways áðrenn fráferð. Um tann ferðandi ikki rindar um leinkið áðrenn fráferð, verður eitt ómaksgjald lagt afturat umframt sjálvt avgjaldið.
Børn yngri enn 12 ár eru undantikin, bæði tá ið tað kemur til covid-19 kanningina og avgjaldið, men foreldur ella avvarðandi skulu kunna skjalprógva aldurin hjá barninum við td. passi.
Orsakað av hesum kann bíðitíðin, tá ið komið verður til landið, verða drúgvari enn vanligt.
Les nýggjastu ferðatilmælini HER, har tú eisini finnur tilmælini viðvíkjandi sóttarhaldi.
ÁÐRENN TÚ KEMUR UMBORÐ:
Tað verður tikið hædd fyri møguligum smittuvanda, og tí verður gjørt eyka væl reint umborð á øllum okkara flogførum.
Áheitan á ferðafólk at boða frá, um tey hava verið í vandaøki, so til ber at taka neyðugu fyrivarnini og minka mest møguligt um smittuvandan.
MEÐAN TÚ ERT UMBORÐ:
Luftin umborð verður útskift og reinsað gjøgnum eitt serligt filtur, sum drepur 99,99% av bakterium.
Vit hava hert mannagongdir fyri at avmarka smittuvandan, bæði tá ið tað kemur til reinføri, eins væl og tá ið tað umræður mannagongdir hjá flogmanningini.
ANDLITSMASKUR:
Øll ferðandi við Atlantic Airways eru í andlitsmasku á ferðini.
GG! Ferðafólk, ið eru sjúk av covid-19, hava covid-19-sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa IKKI at ferðast við Atlantic Airways.
Atlantic Airways krevur, at øll ferðandi eru í andlitsmasku umborð á okkara flogførum. Niðanfyri sært tú, hvørjar maskur eru loyvdar umborð.
Eisini eru maskur kravdar á flogvallunum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Til ber at keypa maskur við kunningardiskin á flogvøllinum í Vágum.
Øll okkara flogfør hava HEPA-filtur (High Efficiency Particulate Air filtur), sum avmarka munandi um spjaðing av luftbornum dropum:
- Luftin verður beinanvegin trýst frá loftinum niður í gólvið
- Luftin umborð verður skift út 2.-3. hvønn minutt
- Fangar upp til 99,99% av øllum smáverum (mikrobum) sum td. virus og bakteriur
Søla av mati og drekka umborð er fyribils steðgað.
Tú kanst tó taka okkurt lætt at eta og alkoholfrítt drekka við umborð (tvíflísar, góðgæti, sodavatn osfr.)
Hetta er sett í verk fyri at avmarka óneyðuga kontakt knýtt at mati, ruski og tænastu annars og harvið minka um covid-19 smittuvanda.
Tú kanst taka okkurt lætt at eta og alkoholfrítt drekka við umborð (tvíflísar, góðgæti, sodavatn osfr.)
Hetta er sett í verk fyri at avmarka óneyðuga kontakt knýtt at mati, ruski og tænastu annars og harvið minka um covid-19 smittuvanda.
Øll ferðafólk, ið ferðast við leið 300 av flogvøllinum og møguliga víðari við øðrum bussum ella skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, skulu vera í andlitsmasku umborð. Ferðafólk uttan andlitsmasku sleppa ikki við.
Atlantic Airways hevur sett serlig tiltøk í verk fyri at minka um kontaktpunktini og harvið covid-19 smittuvandan
Øll ferðandi við Atlantic Airways eldri enn 6 ár skulu vera í andlitsmasku, sum verjir bæði nøs og munn.
Andlitsmaskur úr toyi
Einnýtismaskur
Andlitsmaskur uttan ventil
Andlitsmaskur við ventili
Hjálmgluggi (visir)
Turrikløð og líknandi
Hjá Atlantic Airways vilja fegin hjálpa okkara kundum at finna bestu loysnirnar í hesi serstøku covid-19 støðu.
Tí hava vit gjørt nakrar serskipanir, soleiðis at kundar kunnu broyta sínar ferðir uttan broytingargjald ella fáa ein tilgóðarseðil uppá fullu upphæddina.
Um flogferðin er áðrenn 31. mars 2021 kann ferðaseðilin broytast uttan broytingargjald. Er prísmunur á ferðaseðlunum, skal hann tó gjaldast.
Vilt tú útseta tín ferðaseðil, heita vit á teg um at trýsta á leinkið niðast á síðuni og avgreiða broytingina á okkara heimasíðu.
Atlantic Airways bjóðar øllum kundum, ið hava ein ferðaseðil og skulu ferðast áðrenn 31. mars 2021, at útseta ferðaseðilin og harvið eiga fullu upphæddina til góðar til, tá ið tú vilt ferðast.
Er ferðin hjá tær avlýst, ber eisini til at søkja um ein tilgóðarseðil; eisini um ferðin er eftir 31. mars 2021.
Tilgóðarseðilin er galdandi fyri tann ella teir persónar, ið eru skrásettir í upprunabíleggingini.
Flogferðin skal bíleggjast innan 1 ár frá, tilgóðarseðilin er móttikin og ferðast kann upp til 360 dagar eftir ferðin er bíløgd.
Um ferðin er keypt frá einari ferðaskrivstovu, mást tú seta teg í samband við ferðaskrivstovuna.
Atlantic Airways kann bert broyta ferðaseðlar, ið eru keyptir beinleiðis frá Atlantic Airways á atlantic.fo ella hjá okkara sølu- og kundatænastu.
Um flogferðin er avlýst, og tú ikki ert umbókað/ur, hevur tú hesar møguleikarnar:
Søla av mati og drekka umborð er fyribils steðgað.
Tú kanst tó taka okkurt lætt at eta og alkoholfrítt drekka við umborð (tvíflísar, góðgæti, sodavatn osfr.)
Hetta er sett í verk fyri at avmarka óneyðuga kontakt knýtt at mati, ruski og tænastu annars og harvið minka um covid-19 smittuvanda.
Tú kanst taka okkurt lætt at eta og alkoholfrítt drekka við umborð (tvíflísar, góðgæti, sodavatn osfr.)
Hetta er sett í verk fyri at avmarka óneyðuga kontakt knýtt at mati, ruski og tænastu annars og harvið minka um covid-19 smittuvanda.