_

MALLORKA & GRAN KANARIA

SØLAN ER BYRJAÐ
_

NÝGGJ RUTA!

FLÚGV BEINLEIÐIS TIL OSLO
_

FERÐAST TRYGT

ØLL OKKARA FLOGFØR HAVA HEPA-FILTUR

Dagførd ferðaætlan:

Keypmannahavn: Hvønn dag

Billund: Fimm ferð um vikuna

Aalborg: Týsdagar og hósdagar

Keflavík: Fríggjadagar og mánadagar

Edinburgh: hósdagar og mánadagar frá 7. oktober til 13. desember

Oslo: Hvønn mikudag

Mallorka: Hvønn mikudag

Gran Canaria: Frá 2. november 2021

GG! Tillagingar í ferðaætlanini kunnu koma fyri orsakað av koronutilmælum hjá myndugleikunum.

FERÐAST TRYGT

Kravið frá donsku stjórnini um Covid-19 kanning áðrenn fráferð er IKKI galdandi á flúgvingunum ímillum Føroyar og Danmark.

Føroysku myndugleikarnir krevja at øll ferðandi, ið lenda í Vágum, skulu kannast fyri covid-19*. Myndugleikarnir krevja í hesum sambandi eisini, at tey ferðandi rinda eitt covid-19 avgjald. Avgjaldið er 312 DKK fyri hvønn. Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja avgjaldið inn. Ferðandi fara tí at fáa eitt gjaldsleinki sendandi frá Atlantic Airways áðrenn fráferð. Um tann ferðandi ikki rindar um leinkið áðrenn fráferð, verður eitt ómaksgjald lagt afturat umframt sjálvt avgjaldið.

Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, eru í heimauppihaldi til kanningarúrslitið er tøkt.

*Børn yngri enn 12 ár eru undantikin, bæði tá ið tað kemur til covid-19 kanningina og avgjaldið, men foreldur ella avvarðandi skulu kunna skjalprógva aldurin hjá barninum við td. passi.

Atlantic Airways hevur gjørt hesar serskipanirnar til sínar kundar, ið vilja útseta sínar ferðir:

Broyt ferðaseðilin uttan broytingargjald
Fá ein tilgóðarseðil uppá fullu upphæddina

Atlantic Airways og Vága Floghavn krevja, at øll ferðandi skulu vera í andlitsmasku bæði á flogvøllinum og á flogferðini. 

Orsakað av covid-19 hava nógv lond sett í gildi innferðaavmarkingar. Tú sum ferðandi hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at tú lýkur treytirnar fyri at sleppa inn í landið, tú ferðast til. Upplýsingar um møguligar innferðaavmarkingar eru ofta at finna á heimasíðuni hjá uttanríkismálaráðnum í landinum, har tú ert býrt ella ert ríkisborgari.

GG! Ferðafólk, ið eru sjúk av covid-19, hava covid-19-sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa IKKI at ferðast við Atlantic Airways.

BÓLKAFERÐIR

Eru tit 10 ella fleiri, sum ferðast saman, kunnu tit fáa ein bólkaprís.
Les meira her

 

Ert tú 25 ár ella yngri ella fulltíðarlesandi, kanst tú sveiggja aftur og fram.
Les meira her

SÚLUBONUS

 Savna súlubonusstig, sum tú kanst brúka til at keypa ferðaseðlar fyri.
Les meira her

TÍÐINDABRÆV

Melda til okkara tíðindabræv og fá tilboð og tíðindi um t.d. nýggjar farleiðir og ferða-prei beinleiðis í innbakkan.