_

Til og frá Vága Floghavn

Tað eru nógvir møguleikar at koma til og frá Vága Floghavn. 

Til ber at koma til og frá Vága Floghavn bæði við bussi og við sokallaðum Airport shuttle-bilum. Fleiri veitarar eru til hesar tænastur, og HER fært tú eitt yvirlit yvir, nakrar av veitarunum, sum bjóða koyring til og frá flogvøllinum. Gev tó gætur, at neyðugt er við undanbílegging, og hýruvognar eru vanliga ikki til taks við komu til Føroyar, um tú ikki hevur bílagt frammanundan.

Bygdaleiðir

Tað er busssamband til og frá Flogvøllinum hvønn dag í vikuni. 

Prísur fyri ferðandi hvønn vegin:

Vaksin: DKK 90,00

Lesandi: DKK 70,00

Barn: DKK 45,00

Pensiónistur: DKK 45,00

Parkering á Vága Floghavn

Gjaldast skal við gjaldsautomatina sum er sett upp í farstøðini. Gjaldsautomation stendur beint við hølini hjá Visit Vágar.

Til ber at gjalda áðrenn fráferð og eftir komu til flogvøllin.

Tá parkerað verður við Vága Floghavn, er parkeringin fyri egna ábyrgd.

Eru spurningar viðvíkjandi parkering, vinaliga set teg í samband við Vága Floghavn ella trýst á knøttin niðanfyri.

Vága Floghavn
Tel.: 35 44 00
Tel.: 21 44 78
Teldupostur: [email protected]