Ert tú bangin fyri at flúgva? Og er hetta nakað, tú kundi hugsað tær at sloppið av við? So kunnu vit hjá Atlantic Airways møguliga hjálpa tær.
Hans Christian Petersen, flogskipari hjá Atlantic Airways, bjóðar tær at koma á skeið fyri flogótta.
Hann hevur drúgvar royndir í at vegleiða og hjálpa fólkum, ið óttast at flúgva og við góðum úrslitum.
“Eg síggi ofta, at tað er ein persónur í eini familju, ið heldur allari familjuni frá at fara á flog. Eg brenni fyri, at tann einstaki skal kunna sleppa av við óttan, so tað harvið sleppa burturúr hesi fastlæstu støðuni, sum hann ella hon eru endað í,” sigur Hans Christian Petersen.
Undirvísingin er tríggjar ferðir 45 minuttir á høvuðsskrivstovuni hjá Atlantic Airways, og tað er Hans Christian Petersen, ið tekur sær av undirvísingini.
“Øll undirvísingin verður tillagað til tørvin hjá luttakarunum, og bert ein til tveir persónar eru við í senn. Vit tosa um ítøkiliga óttan hjá teimum, ið taka lut, og tey fáa amboð til, hvussu tey kunnu koma hesum til lívs. Eisini verður farið umborð á eitt av flogførunum við luttakarunum, og tey fáa høvi at seta allar teir spurningar, sum tey hava, og sum tey kanska ikki hava torað at spurt fyrr,” greiðir Hans Christian Petersen frá.
Ein av teimum, ið hevur fingið gagn av hesum tilboðnum, er Joan Midjord í Havn.
“Eg havi verið ræðslusligin fyri at flúgva, og eg havi roynt alt frá tankafelt-terapi til hypnosu og sálarfrøðingar, men tað, sum hevur riggað allarbest fyri meg hevur verið hendan tilgongdin, sum eg havi verið í saman við Hans Christian Petersen. Eg eri framvegis bangin, men eg havi fingið nøkur góð amboð, sum eg kann brúka, tá eg fari í ein flúgvara, ” sigur Joan Midjord, sum fyri nøkrum árum síðani annars hevði gjørt av, at hon ikki ætlaði sær av landinum aftur. Men bara í ár hevur longu verið fleiri ferðir uttanlands.
Ljóðar hetta sum nakað, ið tú kundi fingið gleði av? Vend tær so til Hans Christian á [email protected] . Hans Christian Petersen setir seg síðani í samband við teg fyri at avtala nærri, nær undirvísingin verður. Tú kanst eisini ringja til okkum á tlf. 34 10 00.
Undirvísing fyri flogótta.
Høvuðsskrivstovan hjá Atlantic Airways á flogvøllinum.
Eftir avtalu við luttakaran.
3x45 minuttir (eftir vanliga arbeiðstíð) við uppfylging um neyðugt.
DKK 1900
Ring til 34 10 00 ella skriva til [email protected]