_

Duty free

Snotligi Duty free handilin í Vága Floghavn er á tremur við alskyns vørum fyri ein góðan prís. Góðgæti, luktilsi, smyrsl, vín, leikur og mangt annað. 

Pre order

Møguligt er at bíleggja og gjalda fyri tollfríar vørur antin, tá ið tú ert á veg avstað ella kemur til Føroyar. Tað einasta, tú skalt gera, er at fara á heimasíðuna hjá Duty Free FAE, velja tína vøru(r), gjalda við korti, tøppa inn flognummar og navn á ferðaseðli, og vøran er klár at taka við tær eitt tíðspunkt, tú sjálv/ur velur. Einfalt!  

Tilboð beint nú

Duty Free FAE hevur altíð hópin av góðum tilboðum til tín, ið skal út at ferðast ella kemur heim.

Hvønn mánað verður ein røð av sertilboðum samansett, og harumframt finnur tú fleiri onnur góð tilboð, tá ið tú vitjar okkara handil í Vága Floghavn.

Duty Free FAE Pluss

Duty Free FAE Pluss er ein ókeypis fyrimunarskipan, ið gevur tær avsláttarstig, tá ið tú keypur í Duty Free FAE.

DUTY FREE FAE PLUSS FYRIMUNIR

Savna tær bonusstig hvørjaferð, tú keypir í Duty Free handlinum í Vága Floghavn. Vunnin stig kanst tú brúka, tá ið tú keypir vørur í handlinum.
Fá tilboð í handlum og matstovum á flogvøllinum.

Ert tú ikki limur, kanst tú melda teg til niðanfyri.

Handilstreytir fyri keyp á dutyfree.fo

Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) ella í evrum (EUR) . Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Gjald
Allar bíleggingar, ið vera gjørdar umvegis heimasíðuna hjá DutyfreeFAE skulu gjaldast við gjaldskorti, har upplýsningarnir um gjaldskortið skulu latast, tá tú bíleggur ordran frá okkum.

Tú kanst í løtuni gjalda við Visa og vanligastu gjaldskortunum, so sum Visa Electron, JCB og MasterCard. Samlaða upphæddin verður tikin av kontuni, tá tín vøra er avheintað í okkara Dutyfree – handli í Vága Floghavn. Vøra , ið er bíløgd beinleiðis á okkara heimasíðu, men sum er útseld ella á annan hátt ikki er tøk, verður strikað, áðrenn vit avrokna samlaðu upphæddina.

Bílegging
Bíleggingar skulu verða inni 3 tímar áðrenn fráferð ella komu. Vøran kann heintast í okkara Dutyfree – handli í Vága Floghavn og er tøk til avheintingar, so leingi sum tú ferðast í tollfría økinum í Vága Floghavn. Ordrar, ið ikki eru avheintaðir sama dag ,sum tú í sambandi við tína bílegging hevur fráboðað sum tín fráferð ella koma, verða strikaðir saman við gjaldingini.
Legg til merkis, at tú mást vera 18 ár ella eldri fyri, at vit kunnu útflyggja bíleggingar, ið innihalda rúsdrekka- ella tubakksvørur. Um neyðugt, kunnu vit krevja samleikaprógv, áðrenn vøran verður útflýggja

Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini umvegis teldupostadressuna, ið tú hevur skrásett í sambandi við keypið.

Afturbering ella umbýtinga av vøru (reklamatión)
Um vørar ikki er, sum hon skal vera, kann hon latast inn aftur ella býtast um í okkara handli í Vága Floghavn. Er tín fráferð ella koma á flogvøllin avgreidd, kanst tú venda tær til okkara umvegis telefon ella teldupost fyri at fáa hetta avgreitt:
Telefon: +298 33 13 24
Teldupostur: [email protected]

Trygd
Øll gjøld umvegis okkara heimasíðu verða gjørd umvegis SSL - trygdarprokollina SSL, ið tryggjar, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til upplýsningar, ið tú letur í sambandi við keypið.

Samband
Til ber at seta seg í samband við okkum:

Duty Free FAE
c/o Vága Floghavn
380 Sørvágur
Telefon: +298 33 13 24
Teldupostur: [email protected]
V-tal: 607436

Tollreglur

Føroyar eru ikki limir í Europeiska Samveldinum. Føroyar eru somuleiðis ikki við í EBS-samstarvinum.

Tað merkir, at serligar reglur eru galdandi fyri innflutning av vørum til Føroyar.

Mælt verður tí til at spyrja tollmyndugleikarnar, hvørjar ásetingar eru galdandi til eina og hvørja tíð.

Danskar tollreglur síggjast her!